Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Høvuðsstaðarpressan kastar saman

Jóhann Lützen

Dimmalætting og Sosialurin hava lagt taktikkin í mun til framtíðar miðlastuðulskrónur

Við at leggja sítt virksemið saman royna Dimmalætting og Sosialurin eina seinastu roynd, at fáa raksturin at geva avkast, sum tey málbera seg í tíðindaskrivi, ið júst er sent miðlunum. 

Samanlagdi miðlin setur eftir øllum at døma sítt álit á, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg bjargar miðilinum, tí sum tey siga í tíðindaskrivinium “Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta”.

 

 

Harleyfacadeacryl