Bæði áðrenn valið og aftaná valið hevur okkara kringvarp brúkt politiskan eygleiðara úr Miðlahúsinum, nærum hvørja ferð metast skuldi um politisku støðuna í Føroyum.
Bæði áðrenn valið og aftaná valið hevur okkara kringvarp brúkt politiskan eygleiðara úr Miðlahúsinum, nærum hvørja ferð metast skuldi um politisku støðuna í Føroyum.
Sami politiski eygleiðari brúkti eina heila spalti í blaði sínum at spilla Sonju Jógvansdóttir út í heiður og æru, tí hon hevði sagt seg úr Javnaðarflokkinum.
Tað vóru ikki hissini orð, sum blivu brúkt. So lágt reið politiski eygleiðarin, at hann fulkomuliga gloymdi at hugsa um politisku fylgjurnar av, at Sonja Jógvansdóttir var farin úr Javnaðarflokinum. Í hansara verð var orsøkin einvís, Sonja var býtt , týdningarleys og hevði gjørt tað býttasta, sum nakar politikari nakrantíð hevði gjørt.
Í staðin fyri at lýsa politisku støðuna eftir brotið, har áhugavert kundi verið at hoyrt, um Aksel ikki átti at kent Sonju, ella í minsta lagið sett spurningin hví Javnaðarflokkurin í heila tikið stillaði Sonju upp, tá flokkurin ikki heilhjartaður gekk inn fyri hennara sjónarmiðum. Nei, einki slíkt kom fram, bert eitt fúlt illsinnisgleps.
Áhugavert er eisini at síggja, at okkara almenna kringvarp framhaldandi nærum einans brúkar hesa partapolitisku láturverjuna hjá Javnaðarflokkinum, sum politiskan eygleiðara.
Men tað er ikki bert í illsinni, at oraklið loypur framav. Í Sosialinum 30. September verður sagt: ” Javnaðarflokkurin í Klaksvík – einsamalli býráðslimurin er systir løgmann – kann illa atkvøða øðrvísi enn flokkur hennara ger í Havn. Sambandsflokkurin í Havn møtti ikki á fundinum, meðan Sambandsflokkurin í Klaksvík var fyri at loyva Jógvani Skorheim at røkja báðar sessirnar”.
Hetta er partur av løgnum uppskoti um, at Kann Heðin, borgarstjórin í Havn sita á tingi, so kunnu allir borgarstjórarnir í Føroyum tað við.
Tað munnu ivaleyst vera ymsar meiningar um tað. Eisini er tað eitt sindur margháttligt, at láturverjan hjá Javnaðarflokkinum nú bara góðtekur, at Heðin Mortensen skal kunna sita á báðum sessum til eina astronomiska løn, tí tað kann vælsagtans í prinsippinum ikki vera rætt, at tú fært fulla løn fyri at tæna tveimum harrum.
Politiski eygleiðarin hevur sambært Sosialinum funnið ein sambandsmann í Klaksvíkar Býráð, sum var fyri at loyva Jógvani Skorheim at røkja bæði tingsessin og borgarstjórasessin.
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvør hesin sambandsmaður er.




