Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høvuðsstaðarútvarp í Danmark flytur til Jútlands

Jóhann Lützen

Radio 24Syv verður flutt til Jyllands. Hetta er ikki ein partur av útflytingarrundunum hjá stjórnini, men eitt krav frá stuðulsflokkinum hjá donsku stjórnini, Dansk Folkeparti, fyri at taka undir við miðlasemjuni. “Hetta fer at broyta kanalina fullkomiliga!” siga tey í Keypmannahavn. “Ja, nettupp”, siga tey í Århus”.

Tað hevur verið eitt ófrávíkiligt krav frá Dansk Folkeparti at flyta Radio24Syv til Jyllands, og stjórnin hevur verið til at tosa við um hetta. Fyrr hevur tað bert verið eitt ynski og eitt uppskot frá DF, men nú er tað eitt beinleiðis krav. – “Eitt sera týdningarmikið krav fyri okkum”, sigur Kristian Thulesen Dahl, og heldur fram: “Tað er ein landafrøðilig ójavnvág í, at bæði tjóðarútvarpini (P1 hjá DR og Radio24Syv) liggja í Keypmannahavn.

Eftir páskir skulu stjórnin og Dansk Folkeparti tingast víðari um hetta. Sendiloyvið hjá Radio24Syv gongur út í oktober í 2019, og tað skal skrivast beinleiðis inn í miðlasemjuna, at rásin skal flytast, sigur DF, sum eisini sigur tað vera mest upplagt at tað verður Århus, flutt verður til. Mentamálaráðharrin Mette Bock vil ikki gera viðmerkingar fyrrenn eftir tingingarnar eftir páskir, men tað verður hon, sum fer at gera uppleggið til miðlasemju. Sosialdemokratarnir taka undir við ætlanunum. 

–“Ein stórur partur av okkara felags fatan av, hvat tað er fyri eitt land, vit búgva í, kemur úr miðlunum”, sigur Kristian Thulesen Dahl, “og vit vita øll, at man í høvuðsheitum varpar út haðani, har man sjálvur sær viðurskiftini”. Ábyrgdarstjórin á Radio24Syv sigur, at flytingin fer at merkja, at til ber ikki at gera tað Radio24Syv, sum vit kenna í dag, men úr Jyllandi ljóðar, at tað er nettupp endamálið.

Hiðani úr Føroyum kann leggjast afturat, at júst tankin aftanfyri útflytingina botnar í, at eitt útvarp í høvuðsstaðnum ger høvuðsstaðarútvarp. Skulu vit hava fjølbroytni og margfeldni í fjølmiðlarnar, er neyðugt at síggja viðurskiftini frá ymiskum vinklum. Tað ger ongan mun at skilja Kringvarpið sundur aftur í út- og sjónvarp, um journalistarnir í báðum kortini drekka kaffi saman hvønn morgun. Skal tað gera mun, skulu redaktiónirnar hava hvør sín bakgarð, hvør sín samleika og hvør sína mentan.

 

Keldur: https://www.information.dk/telegram/2018/03/df-kraever-radio24syv-flyttet-jylland-nyt-medieforlig

Og https://www.dr.dk/tv/se/deadline/deadline-9/deadline-2018-03-29#!/