Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugarensl, nú Eirik er handan handastu íður

Poulina Slættanes

Lívið er samansett av brotpørtum við ymiskum felagsnevnarum. Eftir loknan realskúla laðaði tað seg soleiðis, at tað var gjørligt í eitt ár at vera “lærari” hjá 11 skúlabørnum á Húsum og Syðradali í Kallsoynni. Børnini vóru frá 7 árum upp í 13. Elsti næmingurin var Eirik, sonur Korintu úr Víkunum og haraldsundsmannin Símun Erik Jónsson. Tey búðu, tá Eirik varð føddur, á Stongunum, beint heimanfyri bedingina. Eirik er ikki meiri enn trý ára gamal, tá pápin doyr í 1956. Tað ganga fýra ár. Tá giftist Korinta upp afturvið Anton Højgaard á Heyggi, á Húsum. Hann var kallsoyingur um ein háls. Í hesum valahúsum búði eg í eitt ár saman við tí hugfarsliga, lítla húskinum. Tað var eisini nakað serligt við kamarinum, eg fekk har. Har á kvistinum átti mamma mínsítt fyrsta barn jólamorgun 1941. Tað var tíðin, tá kríggið leikaði harðast í á stórplássunum. Konur, børn og tær, ið eiga skuldu, sloppu sær burtur í meiri avbyrgd støð av bumbuótta.Nú góð 25 ár seinni flutti eg inn á kamarið á kvistinum, har eg sá beint oman í kirkjuspírini á vøkru kirkjuni, út í fjørðin og yvir á Kunoyarlandið. Í høvuðsspírinum stendur árstalið 1919, tí tey ætlaðu kirkjuna at vera lidna tá.Men tað helt ikki, og varð kirkjan vígd árið eftir. Spírini vórðu smíðaði í smiðjuni hjá Askham í Havn. Guttorm Eysturoy, ið hevði tilnýti til oynna og lærdi í Bergen, teknaði kirkjuna og hevði dómkirkjuna í Tróndheimi sum fyrimynd. Tey 5 spírini minna nógv á tey í Norra, men stødd valdast sjálvandi.

Felagsnevnarin um hetta minnisbrot er skúlaárið 1967/68. Tað er mánadagur 21. aug., at ein serlig avbjóðing skal taka við. Skúlin frá 1888 á Húsum er karmurin, og harhitti egskúlabørnini fyrstu ferð. Sjálvandi kendist ein fjáltur í byrjanini, men merkiliga skjótt var hann blástur út í Kallsoyarfjørð. Hesi børnini vóru so samarbeiðssinnaði. Eg dugdi at læra tey nakað, tey ikki dugdu, og tey lærdu meg sanniliga eisini ein hóp, ið hevur fylgt mær líka síðani. Børnini, ið høvdu fylt 11, høvdu skyldu at vera í skúla hvørja viku, aðruhvørja á Húsum og aðruhvørja í grannabygdini Syðradali. Tey undir 11 gingu bara í heimbygdini. Frástøðan var einki at snakka um. Í góðum veðri tók tað 20-25 min. at ganga. Vit fylgdust, – á veg í skúla beina leið, men heim aftur var eingin skundur. Millum bygdirnar varð mangur steinur og mong túgva umrødd, ið onkur søga var um. Tað eru 46 ár síðani. Úr flokkinum eru farin Lena Poulsen í des. í fjør og nú Eirik seinast í mars.

Longu dagin eftir skúlaársbyrjan í ´67, fóru Eirik og eg inn til Klaksvíkar, tí ein stór grind hevði lagt beinini hendan týsdagin. 601 hval vórðu merktir. 2. juli og 3. aug vóru tvær smærri grindir eisini hildnar til á vánni. Frá hesi grindini mintust Eirik og eg mangan, at onkur koyrdi síngrindapart í ambulansuna. Heilt undarligt at hugsa um nú.

Eirik dugdi sera væl at tekna. Kann minnast, at hann næstan dagliga hevði tekniblokkin frammi. Og mangan legði hann okkurt skemtiligt í teknistrikurnar. Hegnið hevði hann helst frá Korintu, ið var sera kring og kvik at avmynda og tekna. Brøvini frá henni seinni, tá eg var farin úr bygdini, myndaði ofta fjøll og dalar á Kalsoyarleiðini, og altíð gekk Reynsmúli aftur, tað er leitið norðanfyri bygdina.

Hjá Anton á Heyggi var posthús. Undir vegginum hekk reyði postkassin, ið dagliga varð tømdur. Á køksbonkinum kundu Eirik og eg eygleiða “postmeistaran”, meðan hann vandaliga forseglaði postsekkin. Hann smeltaði ein klíning niður á eitt skelti og trýsti eitt stempul í botn. Tá strandferðsluskipið legði at postdagar, stóð Anton klárur í føroysku húgvuni og lat manningini postsekkin og tók ímóti tí, ið berast skuldi út í bygdini. Í køkinum ráddi Korinta, ein so stak hugnalig og væl útborin húsmóðir. Tað, hon ikki dugdi, var ikki vert at duga. Í skúlanum tók hon sær av hondarbeiði, og lærdi eg meg á Húsum nógva broderíseyming. Í kjallaranum stóð kúgvin Gyðja, ið kom av Trøllanesi, meðan eg var har. Hetta heystið varð Eirik konfirmeraður, og Anton fór um tey seksti. Og Korinta dugdi sum nakar at gera burturúr hesar merkisdagar.

Á Dunganum á Syðradali gisti eg, tá ikki var farandi heim ringar illveðurs- og kavadagar. Har var eg ikki heilt ókend við Constanzu, ið hevði tikið ímóti mær og systkjunum hjá mær. Hon var ikki so lítið áhugaverd kona at práta við. Har var onkardótturin Sólmaj og versonurin Steffan Kalsø. Tey áttu 4 børn, millum teirra Óla, ið var sera góði vinmaður Eirik. Teir fylgdust trúliga tað skúlaárið, og nú tíðin gekk undan hjá Eiriki, var sami trúskapur teirra millum. Húskið á Dunganum gjørdist ein sokallaður skansi hjá Eiriki, sum árini gingu, og helst, tá Korinta hevði lagt frá sær. Eirik dugnaði teimum í fjallgongu, veit eg.

Krøvini til skúlan vórðu fylgd, – skúladagurin gekk líka regluliga sum í øðrum smærri skúlum tá. Tað var bara so løgi, bara at vera 3 ár eldri enn tann elsti næmingurin av teimum ellivu. Henda veturin vóru tvey brúdleyp í bygdunum, viku eftir viku. Og tað vóru brúdleyp við siðvenju, – bjóðað varð við húsagongd og lýsing í kirkjuni. Tá vígslan fór fram, vóru offurpør og skjóting uttanfyri Húsa kirkju. Á føstulávint fjøggaði Korinta Eirik og meg til tvær huldisligar húsagrýlur. Og vit flentu mangan eftir hesi húsagongd føstulávintsmánakvøld.

Í ´80unum fluttu Korinta og Anton til Klaksvíkar. Tey keyptu hús har, men nú var heilsan farin at bila hjá Anton. Hann náddi teimum 80, áðrenn hann andaðist. Rímiligvís gingu leiðirnar í ymsar ættar, tá vit gjørdust vaksin. Mítt vaksnamannalív helt fram í Havn, og vit hittust av og á, so leingi Korinta og Anton vóru á lívi. Men nú var tað í Klaksvík. Gerandisdagurin hjá Eiriki var helst Bedingin burturav, har hann lærdi og dugnaði um á sleipistøðini. Dygdir hevði hann sum fáur innan tað mekaniska. Tað gekk ikki sørt listarliga vegin, tá man hugsar um, hvat hann fekk burtur aluminium. Stígur kom í og bara til onkra jarðarferð ella serlig høvi, prátaðu vit eina lítla løtu. Men fyri góðum tveimum árum síðani hittust vit, og segði hann frá keðiligu sjúkuni, ið hann hevði at dragast við. Vit prátaðu javnan og hittust heima hjá mær og á sjúkhúsi. Tað vóru glað minnir, vit høvdu at práta um. Hansara ikki heilt søra skemtiliga lyndi fekk sjúkan so ikki nartlað.

Tað stilla, dámliga lyndi eyðkendi Eirik frá skúlastovuni og út í lívið. Óli og tú vóru í so máta nokk so líkir. Dámdu at skemta og arga meg, men góðsligir, sum tit vóru, flenti eg bara, tí tað var so meinaleyst. Tit gjørdi skúladagin mangan litríkan, bæði tann í bygdini og teir dagarnar, vit ferðaðust øll skúlabørnini úti í Svíni. Jórun á Brekku og eg fingu nakrar góðar dagar har saman við tykkum.

At Eirik fór so skjótt, grunaði man ikki. Øll vónaðu, at Dina og tú fingu nøkur rímiliga góð ár aftrat. Líka so friðarliga, sum tú gekkst um, fórt tú handan handastu íður eitt sunnukvøld í mars.

Ein virðilig jarðarferð, – tíni “syðradalssystkin” tóku so um hesa løtuna. Men eg skilji tey væl, tit høvdu eitt tætt og hjartaligt samskifti allan vegin.

Ja, broytingarnar eru nógvar í hesum skjótt hálvthundrað ára langa tíðarskeiði. Seinast, eg var á Húsum og gekk gjøgnum bygdina, varnaðist eg ein postkassa longur norðuri í bygdini. Hetta var ikki tann reyði á Heyggi.Nú var hann bláur, – og hjá Anton vóru húsini málaði blá.

Hvílið í friði, Lena og Eirik.

í Roskilde á summarmála 2014

Poulina Slættanes

Harleywoodpaint