Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugburðurin hjá KÍ leikarunum undir alt lágmark

John William Joensen

sigur Petur Mohr, sum í samrøðu við Norðlýsið sigur, at reyða kortið hjá B36 leikara kann gera, at B36 ikki verður meistari í ár

Petur H. Mohr er ikki einhvør í føroyskum fótbólti. Hann var millum fyrstu føroysku venjararnar, sum høvdu venjaraútbúgving og hann hevur uttan íhald verið venjari síðan 1987. Vit settu honum stevnu eftir lemjandi ósigurin hjá KÍ móti GÍ í Klaksvík sunnudagin.

Steðgar sum venjari
– Eg havi tikið avgerð um at eg ikki haldi fram sum venjari komandi ár og er hetta tí at eg eri vorin troyttur av at hava tvey arbeiði.
– Eg havi havt tað sera gott í Gøtu og eg ivist onga løtu í at GÍ eisini í framtíðini verður nakað heilt serligt í Føroyskum fótbólti.

Hugburðurin hjá kí leikarunum ikki nøktandi
Petur sigur at hann bert kann staðfesta at hugburðin í Klaksvík ikki er broyttur síðan leiðslan í KÍ gav Tony Paris sekkin.
– Hóast Tony Paris leiddi KÍ til besta úrslitið síðan 1999 í fjørð so regnaðu atfinningarnar niður yvir hann frá viðhaldsfólkum og endin var at leiðlan í KÍ gav honum fótin í reyvina.
– Eg spyrji meg sjálvan havt KÍ hevur fingið burtur úr at geva manninum sekkin.
– Eg haldið ikki at vit spældu naka serliga væl sunnudagin men eg ógvist við innstillingin hjá sokallaðu KÍ stjørnunum.
– Eingin av teimum hevði uppiborið at verið í bláa búnanum sunnudagin og eg dugi ikki at síggja hvat Eyðun og Trúgvi skulu gera um leikararnir ikki taka annað skinn um bak.
– Eg tori at pástanda at KÍ hevði eisini havt 28 stig í dag um KÌ leiðlan – ístaðin valdi at stuðla venjaranum og standa sum ein maður – hóast óhugnaligu álopini frá sokallaðum viðhaldsfólkum.
– Eg haldi at KÍ viðhaldsfólkini eisini áttu at tikið í egnan barm tí tey hoyrast heldur ikki tá tað gongur væl hjá felagnum – men gongur tað illa so íðir við lesarbrøvum á alnótini.Tað er sera hugstoytt at lesa t.d. heimasiðuna hjá FSV har viðhaldsfólk kritisera felagið niður í sand og øsku nú tað ikki gongur eftir vild.

B36 kann missa FM av einum spælara
– Lat meg undirstrikað at eg royni ikki at útstilla nakran persón, men nú eg havi valt ikki at vera venjari komandi ár – kenni eg meg fríttstillaðan til at koma við nøkrum viðmerkingum.
– Tað verður fokusera so ótrúliga nógv upp á hvat venjarar gera og ikki – men í veruleikanum hava venjarar mangan lítlan leiklut í tí sum hendir á vøllinum.
– Besta dømi sóu vit gjárakvøldið – har ein av stuðulsleikarunum hjá B36 – far reyða korti beint undan hálvleik. B36 spælir við 10 monnum tað sum eftir er av dystinum og tí kann hendan hendingin fáa avgerandi týdning fyri um Kurt megnar at leiða B36 til meistaraheitið ella ikki.
– Eg haldi at føroyskur fótbóltur hevur ment seg seinastu árini – men hjá mær er eingin ivi um at hetta ikki er galdandi fyri leiðslurnar í feløgunum.