Fjálgandi var at síggja í seinasta Norðlýsið, at Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Klaksvíkar Býráð kundi leggja fram eitt sera áhugavert framtíðarprojekt frá Fossábrúnni og niðan ímóti Hálgadali.
Nógv hevur verið kjakast um byggilendi í Klaksvík seinnu árini og tey mest svartskygdu hava kanska hildið, at alt nærum var uppbygd i Klaksvík og at sera lítlir møguleikar vóru fyri framtíðar útbyggingum av øki til eitt nú sethúsabygging.
Ikki sørt at donsku býarplanleggjararnir, sum býráðið hevur samarbeitt við seinnu árini hava hildið tað sama, tí eftir okkara tykki var sera lítið hugflog og sera lítil nýhugsan í framløguni teir høvdu í Klaksvík í vetur.
Hugskotið sum byggi- og býarskipanarnevndin nú er komin við, og sum Selmar Nielsen so hegnisliga hevur fest á blað, er eitt sera gott íkast til nýtt kjak og nýggjar visiónir um víðari útbygging av býnum.
Sagt verður at pláss er fyri 379 búðeindum á nevnda øki uppi á fossum. Um hugt verður at økinum, so sæst beinanvegin, at har er pláss fyri meira, tí úr Vágsá og norðureftir og av Horni og suðureftir er hópin meira pláss, so lítið er at ivast í, at økið her kann nøkta byggitørvin mong ár frameftir.
Hóast politikkarar sýnast eitt sindur varnir, so boðar bíðilistin hjá kommununi frá, at borgararnir hava nýhugsan fyri neyðini á útbyggingarøkinum. Tað ljóðar at umleið 200 standa á bíðilista at fáa øki at byggja á og tá vit samstundis vita, at sera lítið av øki til virkisbygningar og annað er tøkt, so er lítið at ivast í, at trýstið á verandi og komandi býráðspolittikarar alsamt fer at gerast størri at nøkta hendan tørvin.
Norðlýsið skal við hesum geva býráðnum tað skoðsmál, at sera nógv er hent býnum at gagni seinastu árini. Og kanska serstakliga beint frammanundan Norðoyatunnlinum og síðani Norðoyatunnilin. Treyðugt so, onkur heldur at prioriterað kundi verið øðrvísi, men samanumtikið munnu vit vera samd um, at býurin hevur verið fyri stórum framburði hesa tíðina.
Tó hevur líkasum verið eitt tómrúm aftaná Norðoyatunnilin tá hugsað verður um hugskot og visiónir. Vit mugu ikki koma hartil í býráðsarbeiðinum at vit brúka alla orku okkara til at “sløkkja eldar”. Býráðspolitikarar og umsitingin eiga í álvara eisini at seta tíð av til visionerar ætlanir, sum eiga at vera lagdar út til borgararnar at kjakast um.
Sjálvandi verða slíkar ætlanir ikki til veruleika her og nú, men tað er sera umráðandi at vit vita hvat vit ætla, tá ið um nýggjar útstykkingar og framtíarbýin ræður.
Framløgan av ætlanunum uppi á Fossum er eitt kærkomið íkast í so máta tá talan er um búðstaðarøki.
Hinvegin sýnist hugflogið ikki at hava verið so rúmt tá talan hevur verið um ídnaðarøkir. Einaferð var eitt felag sum kallaðist Clupea, ið hevði stórar ætlanir norðuri á Strond og norðuri á Fiskimøl, kanska kundi hetta økið kveikt eitthvørt í onkrum.




