Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugleiðingar: Jógvan Gerðalíð: Konubrotið Aina Cederblom

(Hannefía Joensen)

Dagin Aina kom til Norðdepils, var eg við “Polaris”, eftir klippfiski, sum tey eystan Múla, høvdu turkað.

Ljóslivandi kom hendan myndin á brúnni í Norðdepli, fram vyri meg aftur, nú eg var og hugdi at Eyð Matras, har hon greiddi frá og spældi Ainu, 75 ár aftan á at eg sá hana fyri mær, á Oyruni.

Fyrsta ferð eg bar eyga við hana, var tá hon fór oman eftir brúnni og í bátin “Rospiggen” í Norðdepli í 1933.

Hon kom henda fagra summarmorgun undir fuglabjørgini undir Oynni á Ennibergi. Spurdi um leið til Klaksvíkar, men hon helt ov tíðliga av og kom á Hvannasund í staðin.

Tað man hava verið glómur í viðingum tá teir sóu hesa jolluna, at kalla, koma undan kavi. Ætlanin var nokk frá fyrstan av at koma á Havnina, men avdriftin man hava leitt hana ov nógv norðuryvir.

Har var nógv fólk komið oman at hyggja at hesum løgna báti, og ikki minst kvinnuni.

Hetta, tá Eyð vísti okkum hvussu Aina brúkti skiftilykilin, nú motorurin var í ólagi millum Grønland og Amerika, og lykilin glapp av og reyk í havið, kom mær í huga tá ið ein gamal á brúnni heldur fyri: “Tað má man siga, ikki vita hvønn veg gevindið er á tendriproppinum, og so vága sær um Atlantshavið”…”Tað man vera mót við ongari makt”.

Ikki veit eg, mangur man hava givið upp, tað hon fekk av skafti.

Tað gekk ikki so gott hjá henni, at fáa proppin av, og hevur kanska ivast eina løtu aftur og fram, við at skrúva.

Men av kom hann so í hvussu so er, og hon kom væl norður um Múlan, og á Vánna.

Tá ið vit komu aftur, lá hon á Varpabrúnni og nógv fólk komið saman. “Rospiggen” varð skoðaður í allar endar og kantar.

Ein dagin. Nakað eftir eg var norðuri á gomlu Stongum, kom Aina inn og spurdi Havnapalla, um hon kundi lána telefonina.

Tað var gaman í, og hon fekk hornið. Nógv fólk var inni. Tað var sum í grøvini. Tá var tað amtmannin hon skuldi hava fatur á. So mikið hevði fólk slotað sær tiæ. Tey sjabbaðust bæði hart og leingi. Og hvast var orðalagið. Hetta var um ferðaloyvi, um at sleppa inn í Grønlandi,. Men tað varð eitt blankt nei, og hon deildi illa aftaná. Hvønn tað var við, minnist eg ikki.

Tað, sum eg mest beit merki í, hesa løtu var hetta , meðan hon tosaði, skrivaði hon alla tíðina í eina bók. Tað var kanska einki løgi í tí, men tá hon so møddist á hondum, tók hon og skifti hond og skrivaði líka væl við vinstru sum við høgru hond.

Kann tað hava nakað við tað at gera, at hon ivaðist hvønn veg proppurin mól? Eg veit tað ikki.

Ein dagin kom hon niðan til pápa, bað um loyvi at seta upp ein vevskúla, oman fyri stóru steinarnar “Millum Himmal og Helviti” oman fyri bøgarðarnar har. (Av hvørji orsøk hesir steinar hava fingið hetta hugnaliga og óhugnaliga navn er ikki gott at vita).

Skopuningurin sprongdi steinarnar, at byggja sær hús við. Og har fór so allur tann lítli alheimurin, ið sanda sorl.

Men har man ikki hava verið íbygt. Hvussu so er hoyrdist einki frá, úr hesum báðu stóru steinunum.

Alt man hava laga seg við grundstykkinum hjá Ainu, tí árið eftir, haldi eg tað var, at vevskúlin varð bygdur.

Tá eg hoyrdi Eyð nevna allar hesar menn á “Stelluni”, var tað so mangt ið rann fram fyri meg.

Okkurt rørdist í barmi, so væl hon dugdi at bera teir fram. Stellupól, Markus, hans Jakku og aðrar. Hvør man hava spælt teir fyri hana? Hon minnist teir ikki, ikki allar í hvussu so er.

Eg sá teir fyri mær. Hin bulmikla skipara og reiðara Stellipól við myndugleika, sum ein høvdingi. Nú havi eg ikki verið til skips. Men man tað ikki hava staðist respekt sum ein ljómglæma kring alla tilveru hansara?

Og Markus henda róliga stillfarandi stóra mann, og so Hans Jakku, bróður hansara, so ólíkir, og tó, veiggjandi, veipandi, søgufróða bragdarmenni. Hugnaligur tá hann segði frá. Ikki minst í svenska sjónvarpinum, har hann greiddi frá ferðini, saman við lagsbrøðrum og Ainu, Hans jakku, hóast oldingi, lættur og spelkin til tað síðsta, sum fimur unglingi.

Og ikki at gloyma, tá tú nevndi Julius, tann tú segði um: “hann sum prædikaði umborð”. Lagsbróður ápostul Pæturs. Man ikki Julius, eins og Pætur tá hann damlandi at støðni, við Tiberiasvatn, sá bátin liggja borðfullan, flóta um stokkarnar, man ikki eisini julius hava verið ovfarin og takka harranum, tá hann fekk fong, eins og Pætur gjørdi tað.
Jesus segði við Símun Pætur: “Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju,” Símun Pætur gavst á vatninum og fór at fiska menniskju, burtur av . Tað gjørdi Julius ikki, hann helt á at fiska. Fiskaði tosk, bæði nær og fjar. Hann fiskaði eisini íðin eins og Pætur, menniskju, hvar hann kundi finna ein plink. Og ýtini, tey kendi hann. Eg hugsi um grynnuna úti á “Svartadýpið” har hann mangan royndi.

Ýtini, jú! “Betlehem” undan “Getsemane”, og, “Golgata”, leyst úr “Tómu Grøv”. Mong onnur støð vitjaði hann. Sjúk. Syrgjandi og líðandi. Og hann kendi troystarskriftstøðini. Ein gudsmaður í orð og verki.

Eg hugsi um “Søgusmettan” hjá Otto hjá Dáva. Nei hann var ikki hulin, men kunngjørdi ýtini víða hvar hann kom. Kunngjørdi vitarnar. Ið ávaraðu flúrar, íður og sker.

“Varði tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl”. “Takið tykkum av hinum heiløgu í trongd teirra”… “Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum”. “Kærleikin verið ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldi fast við hitt góða”.

Nei, hann var ikki bert evangelistur, men eisini ein orðsins lærari av Guds náði. Jú, hann kendi miðini, Eyð, og prædikumaður var hann sum tú segði, umborð.
Og heima, veiddi hann eisini við lív og sál, bæði fisk og menniskju…

Væl dugdi hann at navigera, og leggja mið…Eisini andaliga ýtini kendi hann. Hann kendi væl eins og Pætur, lagsbróður hansara, áðrenn ekko, radar og GBS vóru til “Morgunstjørnuna” inntil tað fer at lýsa í hjørtum teirra fyri degi”, og hin Himmalska sólin rísur úr havi, og aldri setur aftur.

“So elskaði Gud heimin at hann gav Son sín hin einborna”…
Og har sá eg Julius mangan, trúgvan og drúgvan liggja, tolin bíðandi kyrrindi. Ræsir, heintar, kennir, dregur og mangan mundi bragda hjá honum…

Hvat hann fekk, var hann, sum so mangur annar útrórarmaður, hulin, og ikki so nógv fyri at gabba um fongin.
Eg síggi hann fyri mær umborð á Stelluni, standandi, vaggandi á tá, á dúrkinum drynjandi hálvt syngjandi á eyðkenda viðareiðismálinum, við síni klokkureinu rød bønandi skipsfelagar sínar um at venda við, og teirra umvendu, um at liva sum trúgvandi seg sømir.

Iog fer nakar, sum kennir henda hóvliga mann at ivast í, at ikki eisini Aina Cederblom man hava fingið nøkur eggjandi góð, vinarlig og ávarandi orð á leiðini til Amerika. Eisini orð um ævinleikans álvara yvir hav lívsins?

“Minnist vegleiðara tykkara, sum hava tala orð Guðs til tykkara. Akti eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra” Hebr. 13,7.

Takk fyri Eyð og til lukku við heiðurslønini.

Jógvan Gerðalíð