Ågot er á veg á Flemish Kap og í kvøld, gamlaárskvøld, hava teir hugnað sær.
Teir halda bæði jól og nýggjár umborð á Ågot í kvøld. Ågot fór avstað 3. jóladag við kós móti Flemish Kap. Sjómanskvinnuringurin hevur koyrt jólapakkar umborð, sum teir hava pakkað upp í kvøld. Til nátturða fingu teir dunnu við øllum tilhoyri.
Eyðstein Poulsen hevur tikið myndirnar umborð í kvøld.




