Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaðu sær óført í Sambýlinum á Heygnum

Oliver Joensen

Starvsfólkini í Sambýlinum á Heygnum, skipaði í kvøld fyri hugnakvøldi fyri búfólkunum. Skipað var fyri upplestri og harmonikuspæli og tað var ikki sørt at búfólkini fingu sær ein svingom.

Turið Zachariassen, leiðari á Sambýlinum á Heygnum sigur, at hetta er fyrsta ferðin, at starvsfólkini skipa fyri slíkum hugnakvøldi.
Vit hava tosað um at fingið skipaði viðurskifti viðvíkjandi hugnakvøldum. Tosað hevur verið um at sett ein bólk av búfólki, starvsfólki og avvarðandi at leggja fast slík kvøld, bæði hvat viðvíkur tíð og undirhaldi. Men enn eru vit ikki komin so langt og tí hava vit bara spontant skipa fyri hesum kvøldinum.
Á skránni var harmonikutónleikur og vóru tey bæði Regin og Birthe so beinasom at spæla á harmoniku og eisini var skipað fyri upplestri. Upplestrinum stóð Nicolina Dahl fyri.
Tá vit stukku inn á gólvið, vóru øll starvsfólkini í Sambýlinum á Heygnum møtt upp til kvøldið. Turið Zachariassen sigur, at 15 starvsfólk í alt hoyra til Sambýlið, tey flestu hava ikki fulla tíð, ímeðan 16 búfólk eru á sambýlinum.
Umframt at skipað var fyri undirhaldi, var eisini borðreitt við smyrjibreyði við góðum viðskera og eisini kaffi og køkum.
Nøkur av teim avvarðandi hjá búfólkunum vóru eisini við til hugnakvøldið.