Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnakvøld á Boðanesheiminum”

Dávur Winther

Danska kórið Swing and Sing var og vitjaði Boðanesheimið í kvøld. Dekkað var í miðhøllini, sum hóast hon er rúmlig, var meir enn fullsett.

Danska kórið Swing and Sing var og vitjaði Boðanesheimið í kvøld. Dekkað var í miðhøllini, sum hóast hon er rúmlig, var meir enn fullsett.

 

Gestirnir sungu líkar frá háskúlasongbókini til Beatles, Stevie Wonder og Scorpions, so tey gomlu, sum vaggaðu friðarliga til, fingu seg royndan við góðum kórsangi úr Danmark.

 

Boðið var til góðan drekkamunn og kaku aftaná, har eisini varð sungið felagssangir. Umstøðurnar eru sera góðar, rúmligar og ikki minst hugnaliga listprýtt í miðhøllini, har búfólkini, saman við avvarandi rættiliga kunnu fáa eina minniliga hugnaløtu sum hesa í kvøld!

 

Takk fyri eitt frálíkt kvøld.