Komandi sunnukvøld, 28. august kl. 20.00, verður konsert í Kelduni í Skálafirði.
Tíðindaskriv:
Komandi sunnukvøld, 28. august kl. 20.00, verður konsert í Kelduni í Skálafirði.
Tey sum koma at luttaka eru, Brødrene Nordstrand úr Norra, Brad White úr USA, Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma.
Brødrene Nordstrand er ein bólkur sum hevur sungi í nógv ár, tað er tann sokallaði southern gospel tónleikurin teir eru kendir fyri og hava givið fleiri fløgur út, sum m.a. eru innspældar í Nashville.
Brad White er ein sera dugnaligur klaver og saxofonspælari, hann hevur ferðast um allan heimin við sínum tónleiki. Eisini var hann í fleiri ár, fastur klaverspælari hjá kendu kvartettini Blackwood Brothers.
Tað verður ókeypis atgongd til konsertina, tó verður møguleiki at lata eina gávu til missión.
Eisini verður ein góður kaffimunnur, at fáa aftaná konsertina.




