Næmingar og lærarar á Tónlistaskúlanum settu dám á byrjanina til torradagarnar. Umframt at vit fingu eitt sera hugnaligt og gevandi tónleikakvøld, so hevði skúlin lágt eina skrá við einum sonnum fýrverki av tónleiki og tónleikarum.
Tónlistaskúlin hevur í fleiri ár havt eina konsert mánakvøld í Torravikuni. Á konsertini í kvøld spældu klavernæmingar Chopin og Bach, tveir næmingar spældu fýrhent klaver ein Bellman sang. Blokkfloytur spældu Happy Talk, síðani var ein cellosolo, Summertime hjá Gershwin og strúkarabólkur spældi Air úr D-dur suitu hjá Bach, Variationir úr klarinetkonsertini hjá Mozart og Russiskan marsj av Strauss. Skúlakórið á Skúlatrøð sang “Ein skortlitt kúgv” saman við blásara- og violinbólkinum Norðstjørnan, eisini sungu tey sangin “Karin” saman við klaver og strúkarum. Konsertin endaði við felagssanginum Vetur er komin.






















