Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaligari hjá áskoðarum til kappróðurin

Oliver Joensen

Kappróðrarfelagið ætlar at bera so í bandið, at hugnaligari skal vera hjá teimum, sum hyggja at kappróðri. Veðurmenninir spáa allar besta veður.

Vit rokna við nógvum áskoðarum til kappróðurin í ár, verður sagt úr kappróðrarneystinum.
Veðurmenninir spáa um fagrasta veður, og umframt at skipa verður fyri kaffi- og matsølu á økinum, fara Karl Martin Samuelsen og Magni Huusgaard at spæla og syngja ímillum róðrarnar.