Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaligt kvøld í KÍ loftinum

(Erik Biskopstø)

Seinasta hóskvøld skipaði Blaabylgjan fyri sjavskapping. Tað vóru 14 lið meldað til, og tí var valt at gera 2 bólkar.

Tað komu 2 lið víðari úr hvørjum bólki, og eftir at hálvfinalurnar vóru leiktar, endaðu Símun W. Høgnesen/Mannbjørn Anthoniussen og Hans J. Heinesen/Egil Leivsgarð í finaluni.

Tað má sigast, at finalan var sera jøvn, og við sindur av hepni, so drógu Símun/Mannbjørn tað longra stráið, og vunnu.

Kappingin var sera væl eydnað, og tað vóru ikki einans sjavsleikarar, ið høvdu leitað sær upp á KÍ loftið. Eisini aðrir KÍ fjepparar løgdu leiðina framvið.

Sjavskapping verður aftur nú hóskvøldið kl. 19.00 uppi í KÍ loftinum, og vónandi verður undirtøkan eins góð sum undanfarnu kappingar.

www.blaabylgjan.com

Harleywoodpaint