Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaløta fyri hjún og pør

John William Joensen

Leygarkvøldið 4. apríl skipar samkoman í Betesda fyri forvitnisligari hugnaløtu fyri hjún og pør í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Høllin verður skipað í café stíli við borðum og sjálvtøku, har kaffi/te og okkurt leskiligt verður afturvið Anna & Símun Pætur á Torkilsheyggi koma at luta nakrar viðkomandi tankar til hjún. Absalon Áargarð og hansara vælkendu dukkur koma at seta sín dám á løtuna við teirra skemtiligu viðmerkingum. 

Umframt lættan felagssang koma Torkil Mørkøre Band og Eyðun Jacobsen Band at syngja og spæla. Báðir eru teir vælkendir í føroyska gospelumhvørvinum, og plaga teirra framførslur at hugtaka áhoyraran. 

Øll hjún og pør eru hjartaliga vælkomin í Badmintonhøllina leygarkvøldið kl. 20!

Vitjað eisini www.betesda.fo