Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaløta fyri kvinnur við krabbamein

Tíðindaskriv

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í Undirlívi til eina hugnaløtu . Hugnaløtan verður 26.mai kl. 19, á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Góðu kvinnir, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi !

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í Undirlívi til eina hugnaløtu . Hugnaløtan verður 26.mai kl. 19, á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Oddbjørg Johannesen, psykoterapeutur fer at hava eina framløgu um, hvussu mindefullnes kann økja um lívsgóðskuna, og høvi verður eisini til prát hugnaliga samveru.

Skrá fyri kvøldið:

1. Vit fáa okkum ein drekkamunn, Beinta forkvinna í Undirlívsbólkinum bjóðar vælkomin.

2. Oddbjørg hevur framløgu um mindefullnes

3. Beinta og Hervør siga frá KIU landsfundi tær hava verið á í Danmark í aprílmánaða

4. Ymiskt

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin

23. mai, kl.15.00 á 317959 ella á teldupost: annamaria@krabbamein.fo

Vinarliga

Undirlívsbólkurin og Krabbameinsfelagið

Beinta Højsted og

Anna Maria Østerø