Eftir at hava starvast í svimjihøllini í Klaksvík í 30 ár fór Jens Aser Olsen frá vegna aldur í vikuni, ið fór
Svimjihøllin bjóðaði inn til frafaringarløtuna hjá Jens Ásari og tey vóru mong, ið leitaðu sær niðan í svimjihøllina at siga fryntliga lívbjargaranum, sum hevur starvast í høllini síðani hon lat upp í 1974, eitt farvæl.
Sjálvur borgarstjórin helt røðu og eisini Danjal Ennistíg, ið eitt langt áramál hevur verið limur í "saunaklubbanum" helt røðu.
Fyri saunaklubban bar Dánjal Ennistíg fram eina tøkk.
Hann hugleiddi um tey 30 árini, sum farin vóru, síðani svimjihøllin læt upp og at tað eisini vóru 30 ár liðin síðan Jens Ásar Byrjaði sum lívbjargari.
Hann nevndi, at tað var ein stórur dagur, tá høllin læt upp, og hóast tað ikki var ein stórur dagur, nú Jens Ásar fór frá, so vildi saunaklubburin geva honum eina heilsan á vegnum.
Dánjal nevndi, hvussu væl egnaður Jens Ásar var; hvussu væl hann dugdi at fara við fólki, hann segði, at hann hevði spurt konuna, áðrenn tey fóru frá húsum, hvat hann skuldi siga um Jens Ásar. Hon svaraði, "blíður".
Og blíður var júst rætta orðið. Tað kundi gera tað sama, segði Dánjal, nær ella hvar tú hitti Jens Ásar í høllini; í bilettlúkuni, hann kom ígjøgnum umklæðingar – ella brúsurúmið, ella tú lá í runda hyli, og hann kom framvið, so fekk tú eitt prát. Ofta eina góða. Fortaldi tú honum eina søgu, fór hann læandi ein túr í hin endan á høllini, kom so aftur og hevði ofta eina søgu afturat.
Dánjal nevndi áhugan hjá Jens Ásari fyri náttúrini og fyribrigdum í náttúruni; serliga áhugan fyri djóralívi. Segði seg mangan hava svomið útfyri í djúpa hyli við Jens Ásari standandi á kantinum haldandi fyrilestur um apur, giraffar, elifantar og onnur djór.
Dánjal segði eisini, at tað var ringt at koma aftaná Steinbjørn, tí tað kendist sum Steinbjørn hevði sagt alt, hann skuldi siga, men helt hann, at tað at tveir, sum ikki høvdu tosa frammanundan, søgdu tað sama, var besta prógvið um, at tað teir søgdu, var satt.
At enda nevndi Dánjal, at Jens Ásar hevði røkt sítt starv til lítar, og fyri hetta hevði hann fingið løn frá Kommununi, men av tí at Jens Ásar var nakað serligt í starvi sínum millum tey sum svumu, skapti trivnað, gjørdi tað stuttligt og gott at vera í svimjihøllini, vildi saunaklubburin møta upp og vísa honum heiður og siga honum tøkk fyri 30 góð ár, og ynskja honum góðan byr framyvir.




