Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugni skipar fyri hugnakvøldi

Oliver Joensen

Týsdag seinnapart savnast tey í Hugna í Uppistovu, men týskvøldið 10. november verður skipað fyri hugnakvøldi í býráðshúsinum.

Tíðindaskrivið frá pensionistafelagnum "Hugni" er soljóðandi:
Vit koma saman í skótahúsinum "Uppistovu" týsdag seinnapart seinnapart frá klokkan 3 til 6. Trý vikuskiftir nú í heyst – 60 tímar – hevur telduskeið verið fyri eldri, og undirtøkan var so góð, at vit vóna at fáa eitt skeið afturat í vetur.
Týskvøldið 10. november klokkan 7.00 verður hugnaløta við einum drekkamunni í býráðshøllini, har Otto Samuelsen fer at siga frá tíðini undir krígnum, sum hann minnist hana. Hann hevur eisini funnið nakrar sangir fram frá teirri tíðini, og Alex Sólstein er sum altíð beinasamur at heita á, tá tað kemur til at spæla afturvið sanginum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri, og vit vóna at fáa eitt hugnaligt kvøld, sigur nevndin í pensionistafelagnum at enda í tíðindaskrivi.