Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugsar um at gevast í politikki

John William Joensen

Anfinn Kalsberg, formaður í fíggjarnevndini og fólkatingslimur, sigur at hann umhugsar sína politisku framtíð

Annfinn Kalsberg og Vilhelm Jóhannesen komu báðir á ting fyrstuferð í 1980 og nú javnaðartingmaðurin hevur boða frá at hann ikki stillar um til komandi løgtingsval, sigur fyrrverandi løgmaður at hann eisini umhugsar sína politisku framtíð.

– Vilhelm Jóhannesen hevur verið eitt umvandrandi leksikon í tingarbeiðinum. Hann hevur eitt faramúr gótt minni og tá ivaspurningar hava verið í tingarbeiðinum hevur verið fastur táttur at spyrja Vilhelm, sigur norðoytingmaðurin Annfinn Kalsberg.

Hugsar eisini um at gevast
– Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn, men tað er eingin loyna at eg í løtuni umhugsið um eg skal stilla upp aftur til komandi løgtingsval.

– Tað er altíð betri sjálvur at finna hurðina og undir øllum umstøðum farið eg at taka avgerð undan løgtingsvalinum.

– Eg havi altíð hildið tað vera skeivt móti veljaranum at stilla upp um ein ikki ætlar at sita alt valskeiði, sigur Annfinn Kallsberg.

Mett verður at Annfinn Kalsberg tó fer at halda fram sum í Fólkatinginum, men hetta vildi Annfinn hvørki vátta ella avsanna.