Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugsið um fuglarnar

Oliver Joensen

Hetta er tíðin, sum kanska er tann ringasta hjá okkara smáfuglum um veturin. Serstakliga smáfuglarnir hava ilt við at finna føði tá kavin liggur.

Serstakliga teir smæstu fuglarnir hava tað ikki gott tá kavin liggur leingið. Hóast veturin higartil ikki hevur verið serliga strangur, so er tað tó eitt gott hugskot at geva fuglunum heldur enn at koyra breyðrestir og annað burtur.
Eitt gott hugskot er eisini at gera eitthvørt soleiðis at krákurnar og teir stórstu fuglarnir ikki fara avstað við meginpartinum. Ikki tíð, teir hava eisini brúk fyri føði, men eru helst betur førir fyri sjálvir at skaffa sær føði enn teir smæstu fuglarnir. Smáfuglarnir eru vanliga spakari enn teir stóru, so kanska er tað eitt gott hugskot at leggja matin til fuglarnar so nær húsunum sum møguligt, um ikki onnur loysn er, tí tá fáa smáfuglarnir sær vanliga fyrst, áðrenn teir størru hætta sær so nær.