Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugsið um gerningsmannin og hansara nærmastu

John William Joensen

Skrivar Veronika Petersen á Facebook bert fáar tímar eftir at ein 18 ára gamal drongur gekk amok og meiðslaði og stakk son, verdóttur, mammu og pápa hennara í einum blóðigum álopið sunnu morgunin

Skrivar Veronika Petersen á Facebook bert fáar tímar eftir at ein 18 ára gamal drongur gekk amok og meiðslaði og stakk son, verdóttur, mammu og pápa hennara í einum blóðigum álopið sunnu morgunin.

Politiið hevur stongt húsini í Norðdepli har ógvusligi og nógv umrøddi tilburðurin fór fram, og ymiskar kanningar eru gjørdar umframt at leitað hevur verið eftir knívinum.

Sum skilst kom gerningsmaðurin inn í kamari og stakk gentuna meðan hon lá og svav og tá so svágur gentuna kemur henni til hjálpar verður hesin álopin av gerningsmanninum og stungin í hálsin. Sum Norðlýsið skilir eru sterk prógv fyri at maðurin hevði óndar ætlanir tá hann kom inn í kamari hjá gentuni, men tær miseydnaðust tí svágurin var í húsinum. Meðan tey baði skelkaði og særdu ungfólkini royna at koma burtur frá gerningsmanninum verður drongurin stungin fleiri ferðir og tey flíggja yvir til húsini har eldra parið sum eru omma og abbi til særda dreingin liggja og sova.

Omman og abbin koma av songini og abbin roynir at verja tey ungu ímóti gerningsmanninum og endin er at baði omman og abbin verða stungin og tríggjar ferðir rakar knívurin inn í búkholuna hjá abbanum. Gerningsmaðurin rímur síðani av staðnum og so verða sjúkrabilar og politi boðsend.

Tey fýra sum vóru álopin, hava allan sunnudagin verið til viðgerar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið (boð vóru send eftir øllum starvsfólkunum á sjúkrahúsinum) og hóast tey framhaldandi eru innløgd hava tey tað gott. Álopsmaðurin var stutt eftir tilburðin handtikin og er varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Hugsað ikki einans um seg sjálvan, men eisini um gerningsmannin

Tíðindi ferðast skjótt umvegis sosialu miðlarnar og heimasíður og hetta eru vit noydd at fyrihalda okkum til skrivar Veronika Petersen vegna familjuna á síni facebook síðu sunnudagin, bert fáar tímar eftir at sonur, sviardóttur og foreldur eru illa løstaði av alopið.

Enn manglar mær at fáa fatur á Kristiani og siga honum hvat er hent við unnustuni, bróðrinum, ommuni og tí fantastiska abbanum, men eg eri noydd at fyrihalda meg til nútíðina – tíðindi ferðast skjótt.
Sonur mín 
Jóan Petur Petersen, verdótturin Connie Karin Reinholdt, mamma mín Hervor Petersen og pápi mín Essa Petersen vóru stungin í morgun. Tey eru øll uttanfyri lívsvanda og undir viðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsið.
Hugsið um gerningsmannin og hansara nærmastu – Harrin styrkið tykkum eins og okkum!

Norðlýsið tosaði sunnukvøldið við Veroniku og Ásmund Petersen, og tey siga seg verða takksaman yvir at øll hava tað gott – og siga bæði at tey ynskja inniliga at fólk hugsað um gerningsmannin og familju hansara eins og tey takka fyri og ynskja at biði verður fyri teimum.