Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hugurin at vitja Kalsoynna ongantíð so stórur sum nú

Visit Kalsoy

Niðanfyri er talva, sum vísir, at talið av ferðandi á Kalsoyarleiðini hjá SSL fyri seinastu 3 mánaðirnar í ár er næstan 14% størri samanborið við 2019, sum varð tað størsta áðrenn.

Kallurin norðast á Kalsoynni hevur í mong ár drigið ferðafólk til sín. Og tá Kópakonan á helluni í Mikladali kom í 2014 øktist ferðafólkatalið líðandi meira enn eina helvt. Og nú fer minnissteinurin um James Bond uttan iva at økja um talið av ferðafólki til oynna enn meira. 


Til samanberngar eru tølini hjá SSL fyri Mikinesar- og Fugloyarleiðina víst niðanfyri. Har eru tølini ikki komin uppaftur enn á sama støði.