Tíðin frá umleið 1850 til umleið seinna heimsbardaga broytti føroyska samfelagið frá landbúnaðarsamfelag til eitt fiskivinnu og ídnaðarsamfelag.

Fyri Klaksvík var slupptíðin ein góð tíð. Klaksvík hevði serligan fyrimun í stóru og djúpu víkini, ið hevði pláss til skip. Størri skip góvu størri nøgdir av fiski, sum síðani góvu møguleikar á landi t.d. at landa, virka, turka og salta. Fólk fluttu til plássini har sluppirnar løgdu at, og har fiskurin varð landaður. Har til bar at tjena sær pengar, at byggja sær egin hús, og soleiðis skapa sær eina tilveru. Har gav húkafiskiskapurin við sluppunum Klaksvíkini ein kappingarfyrimun.

Eftir seinna heimsbardaga vórðu gomlu sluppirnar so við og við skiftar út við línuskip og trolarar. Nýggju mekaniseraðu fiskiskipini høvdu við sær uppaftur størri nøgdir, og enn meira fiskaarbeiði á landi, men eisini arbeiði í ymiskum tænastum til vinnuna og borgaran í býnum. Í stuttum kann sigast, at tess meira arbeiði fiskivinnan hevði við sær, tess meira tænastuvirksemi varð eisini eftirspurt á landi. Nevnast kann t.d. barnaansing og eldrarøkt innan tað almenna, og handverk og smásøla innan tað privata.
Tað er ikki uttan orsøk at Klaksvík er nevndur fiskivinnuhøvuðstaðurin. Tað var júst hendan vinnan, sum fekk býin at fleirfaldast í fólkatali fyrst í 20. øld. Hinvegin hevur fólkatalið staðið í stað í seinastu 35-40 árini. Helst er ídnaðargeringin orsøkin til tað. Brúka vit fólkavøkstur sum ein mátistokk fyri trivnað og menning, eigur ein at spyrja, um tað er fiskivinnan eina, sum skal menna Klaksvík og norðurøkið, og aftur vaksa um fólkatalið.
Flestøll eru glað fyri tað, sum fiskivinnan kastar av sær. Men talið av løntakarum í fiskivinnuni í norðurøkinum hevur verið spakuliga minkandi síðan 80’ini. Hinvegin er tað serliga tænastuvinnan sum er vaksandi, og kundi hetta verið ein ábending um, at fiskivinnuhøvuðstaðurin er við at broytast. Skipini og virkini verða alsamt betur tøkniliga útgjørd, og krevja færri hendur. Heilt einfalt er útboðið av arbeiðum broytt, og fólkini eisini. Tí er væl hugsandi, at vaksandi talið av tænastum, almennum sum privatum, eru orsøkin til fólkavøksturin í Norðoyggjum seinastu 5 árini. Um vit ynskja fólkavøkstur, mugu vit egna við góðum starvsmøguleikum. Og hvat er so besta fiskimið?



