Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Humbukk og møsn av Abraham Mikladal!

John William Joensen

Fyri tað fyrsta, so vil eg siga tað, Abraham átti at skamma seg, tá ið hann samlaði undirskriftir inn, fyri at steðga arbeiðinum hjá Hildebrand Andreasen.

Hann mátti heldur verið glaður fyri, at hann fekk ein nýggjan granna. Fyrio tað næsta, so fer húsið hjá Hildebrand ikki at oyðileggja nakað útsýni hjá Abrahami Mikladal. Harra mín guð, maðurin hevur ongantíð havt nakað útsýni, so tann grundgevingin er totalt við síðuna av.
Og so at tosa um, at parkeringsøkið skal gerast, har ið húsini hjá Hildebrand Andreasen eru, er jú púra burturvið. Hetta grundstykkið hevur alla tíðina verið eitt privatøkið og Hildebrand gjørdi nemt og keypti grundstykkið. Tað eru enntá grannar, sum eru glaðir fyri at fáa ein so góðan granna, sum Hildebrand er.
Tað, at Abraham sigur, at hann einki hevur ímóti Hildebrand, er nakað humbukk og møsn. tí tá ið ein slíkur maður sum Abraham Mikladal (líka frá byrjan av) allatíðina skrivar í bløðini um, hvussu skeivt tað er av Klaksvíkar Kommunu, at lata Hildebrand Andreasen byggja á mat. nr. 1284, so má Abraham hava okkurt ímóti Hildebrandi.
Annars kann undirritaði eisini fortelja frá, at undirskriftirnar, sum Abraham Mikladal samlaði saman og fekk alt hetta málið í gongd, eru undirskriftir, sum ímillum annað eru frá fólki á vinstravonginum. Og tá ið eini hús eeru eini 50 metrar frá einum grundstykki, so hevur undirritaði ilt við at kalla tað grannar. Pluss, at nógv fólk bara hava skriva undir, fyri at skriva undir.
Við tí fyri eygað, so haldi eg at Klaksvíkar Kommuna hevur drigið málið nóg leingið út og skuldi givið Hildebrandi Andreasen eina umbering. Og givið honum loyvi at bygt víðari. Og har afturat, so hevur Abraham fingið undirskriftir frá fólki á kjalarveginum, sum ikki hava anilsi yvir, hvat í hetta málið snýr seg um. Og so kunna vit eisini leggja afturat, at fólk, sum búgva á Kjalarvegnum, eru ikki fólk, sum eru grannar, tá ið tey búgva einar 500 metrar frá húsunum hjá Hildebrandi.
Og so er eisini tann spurningurin eftir, um Abraham Mikladal hevur biðið Hildebrand Andreasen um loyvi til at brúka eina mynd av húsunum hjá Hildebrand í Norðlýsinum ella um Norðlýsið hevur biðið um loyvi. Undirritaði veit ikki, men um abraham ikki hevur biðið um loyvi, so er tað eitt direkta brot á lógina. Og so at fortelja fólki, at soleiðis kemur húsið at síggja út, eer totalt langt úti.
Abraham hevur jú slett ikki teknað húsini liðug og er hann kanska ikki maður fyri tí, tí húsini høvdu sæð nógv frægari út enn á tekningini hjá Abrahami Mikladal.
Eg haldi Abraham Mikladal bara grenjar fyri at grenja, Ja, summi fólk skula altíð hava okkurt at grenja um! Men í hesum føri átti Klaksvíkar Kommuna bara latið Abraham Mikladal grenja, tí tá ið hetta málið er yvirstaðið, so skal Abraham nokk finna útav, at grenja um okkurt annað!!!

Við vón um byggifrælsi.
Jógvan á Høvdanum
(yngri)

Harleywoodpaint