Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hundafangarin aftur at virka

Oliver Joensen

Sera nógvir harraleysir hundar hava strokið kring um í býnum nú í eina tíð. Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, sigur, at nú er skipanin við hundafangara aftur farin at virka.

Sera nógv fólk hava seinastu tíðina gjørt vart við nógvu leysgangandi hundarnar í Klaksvík og Norðlýsið skilir, at skipanin við hundafangara ikki hevur virka í eina tíð.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur við Norðlýsið, at býráðið ídag hevur fingið skipanina aftur at virka.
Tey, sum vera órógvaði av leysgangandi hundum kunnu nú ringja á politistøðina, sum síðani gevur boðini víðari til Ansni, ið tekur sær av at fanga hundin ella hundarnar.
Politistøðin sigur, at fyrst skal ringjast til politistøðina. Síðani ringjur politistøðin til Ansni og tey, ið eiga hundin, ið upptikin verður, fáa í fyrstu atløgu eina rokning fyri upptøkuna av hundinum, eisini skulu tey gjalda eina bót og harafturat kann koma fyri at endurgjald verður reist, um upptikni hundurin hevur elvt til skaða nakrastaðni.