Tað eru fleiri sum klagað um hundalortar á gongubreytum, við gongubreytir og á fríøkjum í Klaksvík.
Tað eru fleiri sum klagað um hundalortar á gongubreytum, við gongubreytir og á fríøkjum í Klaksvík.
Norðlýsið tók hetta evnið upp, tí fleiri hava gjørt vart við trupulleikan í summar. Eftir at fyrsta greinin um dálkingina frá hundum, har eigarin ikki hevur tikið skarni upp eftir at hundurin hevur gjørt burturav sær, ringdi ein mamma til okkara við hesi søguni:
”Vit hava øll glett okkum um viðalundina úti í Grøv, sum er ein sonn perla og vit eru mong í gleðast um gongutúrar út hagar.
Men nú má eg spyrja meg sjálva, um okkara perla er um at blíva ein køstur, tí har eru so nógvir hundalortar, at tað er grátuligt.
Skuldi fara ein túr við tveimum smábørnum, og hvat var meira nattúrligt enn at fara út í Grøv? Har kundu børnini ganga sjálvi uttan at ein skuldi vera eftir teimum í heilum.
Áðrenn vit komu í bilin, hevði ein av teim vaksnu traðkað í ein hundalort, sum lá á vegnum. So var fari út í Grøv, og ikki at siga, tað var skjótt at bæi børnini høvdu traðkað uppí skarnið av hundum. Sum um hetta ikki var nóg mikið, so hekk ein svartur posi, sum hundaeigarar brúka til hundaskarnið, uppi á hegninum. Eitt av børnunum kundi ikki halda fingrarnar burtur frá hesum og kom við posanum og spurdi hvat hetta var fyri nakað. Tit kunnu ætlað at hendurnar hjá barninum vóru ikki tespuligar.
Tað, sum skuldi vera ein hugnaligur túrur út í Grøv, bleiv ein lortatúrur, bæði so og so.”
Nei takk til hundalort!!!
Tað stendur á skeltunum, sum fólk úti í Grøv hava sett fram við vegnum. Vit ringdu til Katrin Jacobsen, sum er ein av íbúgvunum har, ið eftir skeltum at døma hevur havt trupuleikan av at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.
Katrin Jacobsen sigur, at vit húsini hjá teimum er ein vakur grønur blettur niðan ímóti landsvegnum. Børnini her um vegir hava ofta fyri vana at spæla í grasinum har og tað er so íðuligt at tey verða dálkað av skarninum frá hundum, sum hava gjørt burturav sær í grasinum niðanfyri gongubreytina. Trupulleikin er nevniliga ikki bert á sjálvari gongubreytini.
Og tó, tá eg gekk mær ein túr við myndatólinum ímorgin (týsmorgunin) fyri at undirbyggja greinina við feskum myndum, varnaðist eg at hóast flotta skeltið hjá Katrin var sera sjónligt við Oyravegin, so hevði ein hundur gjørt burturav sær í grasið tætt við.
Nú hava vit gjørt vart við trupulleikan, og fara at gera meira burturúr, eisini aðrstaðni í býnum, men vit vildu eisini gjarna fingið søgur frá hundaeigarum, kanska serliga um uppsetingin av ”hundastativum”, sum komunan hevur sett upp, (sí kort niðanfyri) er nøktandi og hvat annars kann gerast fyri at koma trupulleikanum við hundalorti til lívs.
Oliver




