Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Hundaóskilið” í Klaksvík batnar

John William Joensen

Tað eru færri leysgangandi hundar í dag enn tað hevur verið – sigur vakthavandi hjá Ansni, sum tekur sær av at fanga hundar í Klaksvík

Tað fyrstu tíðina Ansni koyrdi “hundapatrulju” í Klaksvík, var vanligt at fanga feiri hundar eftir einari lítlari løtu, men nú er skili betur.
– Í seinastu viku vóru vit fleiri túrar – men vóru bert einstakir hundar fangaðir.
– Dagarnir eru ójavnir og onkuntíð hava vit fingið fleiri hundar sama dag, men eg haldi at vit kunnu siga at tað er vorið betur skil á.
– Fólk fáa jú bót fyri at hundurin gongur leysur og tí eru tey uttan iva vorðin meira "vaks".

Boða frá
Tað er vanligt at fólk ringja til Ansni, tá tey síggja leysgangandi hundar.
– Tó er ofta trupult hjá okkum at fáa fatur á hundunum, tá vit koma á staði – tí leysgangandi hundar reika sera víða. Tí er tað best um fólk halda hundinum aftur til vit koma á staði.
– Nú ein dagin ringdi ein kona sum ikki tordi til arbeiðis – tí ein stórur hundur gekk uttan fyri húsini. Tað eru nógv børn og vaksin í ræðast hund og tí er tað sera umráðandi at fólk ansa væl eftir hundunum – og boða okkum frá, segði vakthavandi hjá Ansni.

Norðlýsið ein biltúr
Vit fóru við myndatólinum ein túr norður í Ánirar og út á Bumshamar og hesar 20 minuttirnar vit vóru í býnum fingu vit mynd av fýra hundum, sum reikaðu frítt umkring.

Sí myndirnar.