Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hundar mugu ikki ganga leysir

Norðlýsið

Fyri stuttari tíð síðani skrivaðu vit um, at tríggir leysgangandi hundar høvdu skrætt 17 hønur sundur í einum høsnagarði í Klaksvík. Hetta er sera harmiligt, bæði fyri tey ið hava ábyrgdina av hundunum, og somikið meira fyri tann sum hevur bygt upp ein fenað, sum eftir lítlari løtu verður lagdur í oyði.

Nú várið er komið og lembingin stendur fyri, er serliga stórur vandi fyri, at leysir hundar kunnu verða til skaða fyri seyðin. Hetta er tann tíðin á árinum, tá seyðurin er mest viðkvæmur, og tí heita bøndur á tey ið eiga hund, um at vera serliga ansin og ikki lata hundarnar ganga leysar.