Hundarnir, sum funnir vóru í eini bingju á norðhavnini eru avlívaðir á fult forsvarligan hátt, tað sigur politiið í Klaksvík.
Hundarnir, sum funnir vóru í eini bingju á norðhavnini eru avlívaðir á fult forsvarligan hátt, tað sigur politiið í Klaksvík.
Orsøkin til at hundarnir eru avlívaðir stavar frá at viðkomandi, sum átti hundarnar orsakað av sjúku als ikki hevði møguleika at hava teir longur, og hevði biði ein, ið dugir handverkið at avlívað hundar.
Eftir avlívingina, vórðu hundarnir koyrdir í eina avfallsbingju á Norðhavnini. Tað at hundarnir vóru koyrdir í bingjuna, kemst av, at tað er ikki loyvt at tyrva slíkt í náttúruni, so hertil er alt fari fram sum tað eigur. Snøggari var kanska at koyrt hundarnar í plastposa áðrenn teir blivu koyrdir í bingjuna.
Norðlýsið var eisini boðsent at taka myndir av hundunum, men vit valdu ikki at almannakunngera myndirnar uttan fyrst at hava kanna umstøðurnar.
Oliver




