100% !! Hetta er heitið á ungdómslegunum í Zarepta í ár, har fyrst tey 16-17 ára gomlu og síðan tey 15 ára gomlu sleppa at uppliva nakrar spennandi dagar saman.
100% !!Hetta er heitið á ungdómslegunum í Zarepta í ár, har fyrst tey 16-17 ára gomluog síðan tey 15 ára gomlu sleppa at uppliva nakrar spennandi dagar saman.
Tað ber framvegis til at melda seg til summarlegurnar íZarepta, sum byrja, tá ið skúlafrítíðin hjá skúlunum byrjar, tvs. tann fyrstalegan byrjar sunnudagin 28. Juni, og so koyra vit á alla summarferiuna.
Tilmeldingin er ógvuliga ómakaleys. Tað er bara at fara inná www.zarepta.fo og melda til.
100%
Fyrstu tvær legurnar eru ungdómslegur, har tann fyrra er 16-17 ára legan og tann seinna er15-ára legan.
Yvirskriftin yvir hesar legurnar í ár er: 100%
Alt, sumGud ger, er 100%, frelsan, rættvísgeringin o.s.fr. Eisini ynskir Hann at veraokkara Gud og Harri 100%, og at vit geva okkum til Hansara 100%. Orð Gudsheldur 100%, og lyfti og profeti Hansara halda 100%
Eitt spennandi summar
Barna- og ungdómslegurnar, sum vit undir einum nevna “summarlegurnar”,eru íalt 8 í tali, har tann fyrsta erfyri tey, sum fylla 16 ella 17 í ár, næsta legan er fyri tey, sum fylla 15 í áro.s.fr.
Leguskráin fyri summarlegurnar er henda:
|
Summarlega I (16-17 ár)
|
Sun.
|
28.06
|
Ley.
|
04.07
|
|
Summarlega II (15 ár)
|
Sun.
|
05.07
|
Ley.
|
11.07
|
|
Summarlega III (14 ár)
|
Sun.
|
12.07
|
Ley.
|
18.07
|
|
Summarlega IV (13 ár)
|
Sun.
|
19.07
|
Ley.
|
25.07
|
|
Summarlega V (12 ár)
|
Sun.
|
26.07
|
Ley.
|
01.08
|
|
Summarlega VI (11 ár)
|
Sun.
|
02.08
|
Frí.
|
07.08
|
|
Summarlega VII (10 ár)
|
Ley.
|
08.08
|
Mik.
|
12.08
|
|
Summarlega VIII (9 ár)
|
Hós.
|
13.08
|
Sun.
|
16.08
|
|
Lega fyri 18 ár og eldri
|
Frí.
|
21.08
|
Sun.
|
23.08
|
Tilmelding fer, sum nevnt, fram á heimasíðuni: www.zarepta.fo, upplýsa tey í Zarepta, sumgleða seg til aftur í summar at síggja nógv børn og ung á legu.




