Tað er blivið alment váttað nú.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur og kanningarleiðari, segði í stuttari viðmerking við KVF kl. 16.00, at húsarannsóknir hava verið og vera gjørdar í Klaksvík í dag.
Hann hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar um húsarannsóknina í Klaksvík, tí kanningararbeiði ikki er liðugt enn.




