Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Húsarhaldsskúlin framúr staðseting

Óli M. Lassen, býráðslimur

Lív og ungdómur í miðbýnum og skipaði parkeringsviðurskiftir. Vit skapa ein samanhangandi miðbý og har húsarhaldsskúlin er ein natúrligur og livandi partur í økinum.

Tá kjakið um staðseting av húsarhaldsskúlanum tók seg upp, gjørdi eg mær tann ómak at seta meg í samband við ein arkitekt og spyrja hann um tað var burturvið at staðseta húsarhaldsskúla í miðbýnum. Hann segði, at tað var sera viðkomandi at staðseta húsarhaldsskúlan har, tí man ynskir lív og ungdóm í býum og bygdum. Tí er staðsetingin sera natúrlig.

 

 

Sum tit síggja á myndini, so verður fylt nakað út, so áin millum húsarhaldsskúlan og miðbýin verður longd munandi og verður húsarhaldsskúlin trektur longur norðureftir og harvið gerast parkeringsviðurskiftini enn betur og skipa í økinum.

Ein húsarhaldsskúli og ungdómur í kemur úr øllum Føroyum til okkara bý, spillur als einki í okkara miðbýi, men er stórt aktiv fyri býin. Av sonnum ein vinnarkommuna innan vinnulív, ítrótt og  mentan.

Vit skulu ikki gloyma, at næmingarnir á húsarhaldsskúlanum koma fyri at læra føroyska matmentan og føroyskt hondarbeiði og mangt annað gott sum er góður førningur seinri í lívinum.

Um vit sum kommuna kunnu taka væl ímóti næmingunum og geva teimum bestu umstøður, er hugsandi at góð minnir um tíðina í Klaksvík, kunnu kveikja hugin hjá teimum ungu at seta búgv í okkara ríku kommunu.


Óli M. Lassen, býráðslimur


Limur í byggi- & býarskipanarnevndini


Formaður í teknisku nevnd 


Limur í mentunarnevndini