Tá ið ársskeiðið á Húashaldsskúla Føroya er liðugt móti vári, bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. T.d. trý skeið tey kalla ”Kreativ vika”, har tey fáa frálæru í binding, seyming, brodering og ymiskt innan mat og matgerð.
Hesi skeiðini, sum eru trý í tali, eru frá mánadegi til fríggjadag. Tey eru altíð meir enn fullteknað og ganga eisini fólk aftur frá árunum fyri, so tey eru væl umtikin.
Ein liður í undirvisingini er at kenna nærumhvørvið, og verður tí skipað fyri ferðum til kend støð og virkir í Klaksvík og í grannalagnum.
Mikudagin stóð á skrá, at síggja Mentanarhúsið, Varpið. Tey sóu ymsu umbygdu hølini í fyrrverandi Posthúsinum, stóru høllina, sum kann lata endaveggin upp til eina útikonsert.
Eisini sóu tey móttøkuhøllina í kjallaranum undir høllini. Her eru eisini snotilig skiftingar- og sminkihøli, sum við flytiligum skilaveggum kunnu fráskildrast móttøkuhøllini.
Skeiðslutakararnir á Húsarhaldsskúlanum, sum koma úr øllum landinum, vóru hugtinkir av hesum spennandi hølum í nýggja mentanarhúsinum, sum lata upp fyri nógvum ymiskum møguleikum.
Tey gleddu seg til næsta summar, at fara aftur á várskeið og tá at vitja aftur í Varpinum og royna lidnu hølini.



















