Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Húsið flytir niðan í Atlantis

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið varð boðið til ”farvælkvøld” í Húsinum. Danny and the Veetos spældu glaðan tónleik, Karl Martin og Mikkjal spældu góðan 70-ára tónleik, og aftaná spældi DJ Chrisy nýmótans dansitónleik við rungandi bassi.

Hetta var seinasta kvøldið opið var á Klaksvíksvegi 57 hjá Húsinum, og varð tí eisini boði køkur og annað gott. Her verður nú umvælt til “Gloym meg ei” sum skal halda til her við upp til 50 fólkum,

Húsið varð á fyrsta sinni lætið upp í 2006. Virksemið hjá Húsinum skal eftir summarsteðgin verða í Atlantis, har tað verður innrættað á loftinum og í kjallaranum til tey, meðan biografurin heldur fram sum nú í miðhæddini.

Á henda hátt kann kanska eisini sigast, at Húsið verður nærri brúkaranum, sum eru ungdómar, ið koma hagar eftir skúlatíð, og annars út á kvøldið.

Eitt hugnaligt kvøld við góðum tónleiki og onkrum leskandi, tó at tað eisini var við sorgblíðni, at sagt varð húsinum á Klaksvíksvegi 57 farvæl fyri hesaferð.