Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvalirnir høvdu tað ringt í Sundalagnum í morgun

Oliver Joensen

 Vit vóru ein túr við myndatólinum ímorgun í Sundalagnum, har stóru hvalirnir lógu og stríddust fyri lívinum.

Ein, tann sum lá norðastur móti Nesvík, var longu deyður, og ein lítil, ið lá eitt vet longur suðuri, stríddist fyri lívinum, strandaður, nú menn søgdu frá fjarðandi sjógvi. Suðuri ímóti Hósvík, skamt frá Grønhólmi, lá uppaftur ein. Hesin sýntist at hava eitt sindur av rásarúmi, ið øllum førum megnaði hann at flyta seg aftur og fram, men uttan mál og mið, so hann hevði tað valla gott heldur.

Viðgerðin, sum lítli hvalurin fekk, meðan hann lá har, sýntist ikki at vera so gjøgnumhugsað. Tú hevði meira varhugan av at froskmenn spældu sær við augustin heldur enn at tú sást til nakra miðvísa hjálp, sum hvalirnir fingu at koma út aftur.

Tað var eyðsæð, at tað stressaði lítla hvalin, tá froskmenn fóru uppá hann, tí hann slongdi til síðurnar við sveivinum, sum um hann vildi sláa frá sær.

Menn søgdu mær, at fýra hvalir vóru upprunaliga, og at tann stórsti av teimum var farin út aftur av sundinum.

Augusturin er stórur hvalur, hann kann blíva meiri enn 15 metrar langur, og varð fyrr veiddur, nærum bert til bræðingar og so eisini tiltikna ambra, sum kundi vera í onkrum av teimum. Spermoljan var tiltikin góð. Augusturin hevur stórar tenn, sum eisini hava havt áhuga, tær kunnu vera um eina sponn ella so til longdar og viga um 1/2 kilo.