Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvannasunds Kommuna fingið búmerki

Guttorm Sørensen

Á samkomu í “Gamla Skúla” í Hvannasundi seinnapartin í dag, bleiv nýggja búmerki hjá Hvannasunds Kommunu avdúkað.

Kommunan samtykti fyri nøkrum mánaðum síðani, at hon skuldi hava eitt búmerki og tí bleiv ein búmerkjakapping útskrivað. “Endamálið við búmerkinum er, at vit vilja gera Hvannasunds Kommununa sjónligari, vit vilja profilera kommununa, so tað lættliga skal síggjast hvør kommuna talan er um, vit vilja vísa, at vit er stolt av okkara kommunu”, segði borgarstjórin Júst Poulsen m.a. í røðu síni. Bygdaráðið setti eina trýmanna nevnd, at vegleiða seg og koma við einum tilmæli. Í nevndini vóru Katrin Næs studentaskúlalærari, Jastrid Gullaksen grafikari og Sverri Michaelsen byggifrøðingur. Tey fingu ikki færri enn 121 uppskot frá 18 luttakarum at taka støðu til.

Livar Nysted vann
Vinnari av búmerkjakappingini gjørdist Livar Nysted úr Hvannasundi. Hann fekk á samkomuni, beint eftir avdúkingina, ein kekk handaðan frá Júst Poulsen borgarstjóra. Myndaevni á búmerkinum hjá Livari Nysted er norður gjøgnum Sundið. Har sæst Sundalandi og Oyralandi og byrgingin, sum knýtur bygdirnar saman. Byrgingin er teknað sum ein bátur og ímyndar fiskivinnuna, sum kommunan livir av. Eftir avdúkingina og kekkhandanina bjóðaði Bygdaráðið kaffi og búmerkjakøku.
 

Harleyfacadeacryl