Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvannasunds kommuna samtykt fíggjarætlanina

Tíðindaskriv

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu samtykti í gjárkvøldi fíggjarætlan fyri 2019

Fíggjarætlanin javnvigar við 18 mió. Av hesum er eldraøkið góðar 4 mió og íløgur verða gjørdar fyri knappar 3 mió. Íløgurnar fevna millum annað um grundøki og byggibúning til eldraíbúðir, spælipláss og ábøtur í skúlanum og við vøllin á Fossánesi.

Eisini verður allarsíðsta hond løgd á at fáa alt spillivatnið í kommununi gjørt sambært góðkendari ætlan.

Skattaprosentið verður óbroytt 19,75% og barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 7.000.

Ásannandi at barnatalið í kommununi er støðugt minkandi og bankarnir ikki fíggja nýbygging á bygd, samtykti bygdaráðið at avtaka barnaansingargjaldið á dagstovninum í kommununi frá 1. jan 2019. Hetta fer vónandi at hava við sær, at ungar barnafamiljur, ið kundu hugsa sær at búsett seg í Hvannasunds Kommunu, fáa ein rúmligari búskap og harvið økja um møguleikan at fáa fígging til bústað.