Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvannasundsmaður setti FM vinnararnar uppá pláss

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Hóast tað ikki sá so pent út, so var tað effektivt, tá Skála í dag stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum higartil í Effodeildini.

(Dystarfrásøgn) Hóast tað ikki sá so pent út, so var tað effektivt, tá Skála í dag stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum higartil í Effodeildini.

Onkur kallar spælistílin hjá Skála hendan dystin primitivan og tað kanska av røttum. Tí liðið skoraði eitt mál tíðliga í dystinum uppá sín kanska einasta stóra møguleika í dystinum, og so lógu teir á heimaliðnum langt afturi á vøllinum og vardu nærum allan dystin. Tá teir fingu bóltin, so bleiv sum oftast antin sparkað burtur ella bleiv ein langur bóltur sendur fram í álopið, har B36 sum oftast vann bóltin og byrjaði álop av nýggjum. Av hesum sama var liðið hjá Skála næstan altíð í javnvág burtursæð fá heilt fáum støðum, tá liðið misti bóltin aftanfyri miðjuna, og tá mundi tað eisini kosta. Málið hjá Skála skoraði Hvannasundsmaðurin Álvur F. Christiansen.

B36 niður á jørðina

B36 hevur seinastu tvey árini nærum onga mótgongd havt í landskappingini. Men nú eru tekin um, at hetta árið kanska ikki verður eins lætt sum seinastu tvey árini. Í fjør tapti B36 bara tveir dystir samanlagt, har annar kom eftir, at FM var tryggjað og har fleiri lyklaleikarar sótu uttanfyri. Men longu í 2. umfari er fyrsta tapið í 2016 veruleiki. Harafturat skoraði B36 í øllum 27 dystunum í fjør og hetta er longu brotið nú tað fyri fyrstu ferð í 32 landskappingardystum ikki eydnaðist at skora mál hjá meistarunum seinastu tvey árini.

Hetta var ikki dagurin hjá B36. Undan dystinum vóru Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard, Hanus Torleifsson og Jákup á Borg ikki tøkir at byrja inni, meðan Tórður Thomsen og Robert Heðin Brockie máttu skaddir av vøllinum í fyrra hálvleiki. Men á vøllinum vóru lyklaleikarar, sum spældu illa. Róaldur Jakobsen hevur víst stórspæl higartil í ár, men hann hevði ein heilt ringan dag og viðsíðuna av honum hevði Høgni Madsen somuleiðis trupult við at seta seg á dystin og ofta endaði langar sendingar hjá teimum antin hjá Skála leikarunum ella tær fóru av vøllinum. Í fremstu røð vísti Jógvan Skeel Nolsøe einki av tí, sum gjørdi hann so vandamiklan í 1. umfarinum, meðan Lukasz Cieslewicz var væl pakkaður inn av Skála liðnum. B36 hevði bóltin nærum allan dystin, men tað var trupult at skapa nógvar stórar mál møguleikar og av tí sama bleiv uppskriftin seinastu løtuna at spæla langar bóltar fram, og tað trívist liðið sjáldan við. 

Skála prógvaði sítt virði

Hóast Skála kanska ikki hevði hevði ein spælistíl hendan dystin, sum hóvaði øllum, so var tað effektivt og nú hevur Skála víst í verki, at uppflytararnir skulu takast líka seriøst, sum mong hava væntað frammanundan. Í 2014 gingu 15 umfør áðrenn Skála vann nakran dyst, men í 2016 gingu bara tvey umfør. Skála hevur eisini víst, at liðið hevur tikið seg nógv fram í mun til dystin í 1. umfarinum í Sarpugerði móti Víkingi. Tá hekk tað ikki saman hjá liðnum í seinna hálvleiki, men í dag stóð liðið kompakt allan dystin. Kanska var munurin, at royndi Pauli G. Hansen spældi á verjukenda miðvøllinum hesaferð og bant alt saman í verjustøðu. Hann er saman við Andras Gango, Jonhard Frederiksberg, Fritleif í Lambanum, Pætur D. Jacobsen og Álvur F. Christiansen í bólkinum av sera royndum leikarum, sum skulu bera liðið, har teir flestu av hinum bara hava eitt ár í Effodeildini í beinunum. Hóast Jonhard heilt greitt er merktur av skaða trupulleika í lyskuni og báðir miðverjarnir hava trupulleikar í fráspælinum, so smitta nógvu royndirnar hjá hesum yvir á hinar. Skála liðið stríðist fyrimyndarliga, og vit hava longu fingið eina ábending um, at serliga á Skála fara liðini at fáa tað trupult og undir øllum umstøðum ikki ein lættan dyst. Skála fer heldur ikki á hvørjum degi at møta einum so bóltsterkum liðið sum B36. Tað er trupult at siga, hvussu Skála fer at duga at mynda dystir og tað verður neyðugt at leggja uppá álopsspælið og kontraspælið, tí tað var nærum eingin hóttan frameftir, hóast B36 trýsti og sendi nógv fólk fram. Men uppgávan hjá uppflytarunum Skála var ikki at undirhalda móti føroyameistarunum, men heldur at fáa trý stig og tað eydnaðist. Ein fín byrjan hjá uppflytarunum, sum hava møtt føroyameistarunum og steypavinnarunum fyrstu tvey umførini.