Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HVANNTEK nýggjur telduverkstaður í Klaksvík

Oliver Joensen

Mikkjal Hvannastein, sm í samfull sjey ár arbeiddi á teldudiskinum hjá Nema í Klaksvík, hevur nú latið upp egnan teldu og smartfone verkstað á Stangavegi 68.

Vit vitjaðu Mikkjal á bústaði hansara í dag. Mikkjal sigur: Jú tað er rætt, eg eri farin undr teldu og smartfone umvælingar. Øll, ið hava trupulleikar við telduni ella smarttelefonini eru vælkomin at seta seg í samband við meg, Eg arbeiði bæði við hardware partinum og softwarepartinum.

Í veruleikanum geri eg tað sama, sum eg gørdi øll árini á Nema. Lat meg eisini siga, at eg havi nógv at takka Nema fyri. Teir valdu at lata Teldudiskin í Klaksvík aftur vegna umstruktureringar og tí bleiv funktiónin hjá mær niðurløgd. Mær stóð í boði at fáa løn í fimm mánaðar, og tað dámdi mær væl, tað er í veruleikanum tað, sum hevur hjálpt mær nógv við at koma ígongd her við egna virki mínum.

Sum flestum, ið fáast við tónleik kunnugt, so havi eg egið studio her eisini, so fyribils arbeiði eg báðumegin, tað vil siga, bæði við teldufyritøkuni hjá mær og við upptøku og venjingarhølunum.

Tá eg eri farin undir hetta, so er tað sjálvandi tí at eg veit, at ein tørvur er fyri einum slíkum teldu og smartfoneverkstaði í Klaksvík. Harafturat havi eg fingið fleiri áheitanir um at fara ígongd og tí eri eg lopin útí.

Eg taki mær av øllum sløgum av teldum og smarttelefonum. Eg havi enn ikki fingið avtalur við nakran um at gera garantiumvælingar, men tað arbeiði eg við í løtuni.

Eg arbeiði í løtuni bæði fyri virkir og privatfólk, so tað er bara at seta seg í samband við meg um tit hava brúk fyri hjálp til teldurnar og smarttelefonirnar, segði Mikkjal Hvannastein, telduserfrøðingur.

Mikkjal hevur millum áðrar góðkenningar HP Accredited Platform Specialist og Ciop TIA A+ IT Technician sertifikatir.