Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar liggur tann nýggja brennistøðin best?

Oliver Joensen

Nú Elin Lindenskov hevur dyrgt fram undir at ein nyggj felags Brennistøð skal setast upp i Havn, fari eg at loyva mær at gerða nakrar viðmerkingar.

Ringt er at broyta hugsunarháttin hjá lokalpolitikarum og tískil er hetta lesarabrævi einamest skriva til tann gløgga lesaran.

Hvat talar fyri at ein nyggj felags brennistøð má verða í Havn. Eg havi íhvørtfall ilt við at syggja fyrimunirnar; nú vit á Hagaleiti eftir fáum árum í framleiðslu, eru stórstu brúkarar av Fjarhita í Føroyum.

Faktum er at Faroe Marine Products (hereftir stytt til FMP) er stórsti forbrúkari av fjarhita í Føroyum; meðan hitafelagi í Havn, er tann minni forbrúkarin av fjarhita, hóast tað bleiv byrja uppá Hitafelagi í teimum villu 80”unum.

Tískil eru IRF og FMP tey ið representera nógv tann besta grøna roknskapin. Viðmerkjast skal at tá tað bleiv ført fram at útlátið er vaksi hjá skipunum meðan tað hinvegin er minka hjá fiskivinnuni á landi. Hetta kemst av tí einfaldu grund at flestu flakavirkir eru givin at frysta slógvi inn.
Infrysting er sera orkukrevjandi afturímóti at turka fiskaúrdráttirnar við grønari fjarhitaorku frá IRF.

FMP hevur keypt slógvið frá fiskivinnuni og turka tað við hita frá IRF og harvið klára at gagnytt tað, ein fyrr kallaði fyri burturkast/slógv dupult. Tvs at nú fær IRF og flakavinnan meira pening fyri tað sum fyrr var at rokna sum burturkast. Tað sama kann neyvan sigast, um KOB og Fjarhitafelagi

Tann størsti munurin fyri tann Føroyska Skattgjaldaran tá ein vil vita munin á fjarhitafelagnum í Havn og FMP er.
Meðan Fjarhitafelagið er blivi sanera við 60 milliónum krónum uppá skattaborgarans rokning, hevur FMP gjørt íløgur fyri yvir 60 milliónir krónir uttan at hetta hevur kosta palleba eina krónu.

Hetta er gjørt við góðum uppbakningi frá Føroyskum Peningastovnum. Samstarvið hevur verði somikið fruktagott at vit hava keypt Íslenska partin og harvið er FMP 100% Føroyskt.
Í stuttum vil tað siga at øll virðisøkingin sum verður skapa liggur eftir í Føroyum.

Henda íløga hevur skapt 60 heilársverk har fólk, eisini úr Havn hava eina fastu inntøku av.

Lat tað standa rimmar fast at hetta hevur FMP einans megna við tøttum samstarvi víð fiskivinnuna og IRF; Tí at framleiða avlopi frá fiskivinnuni við Fjarhitaorkuni hjá IRF til mannaføði til eitt triðja land, kemur ikki upp av sær sjálvum.

Í stuttum. Her er lagt eitt meirvirði til Føroyska samfelagi uppá 40 millónir krónir um ári tey siðstu árini.

Nú tað er frammi um branding av Føroyum so vil eg upplýsa lesaran at FMP Faroe Island, er roknað sum tað besta vørumerki á Nigerian Stockfish Market (tvs siga fiskamarknaðinum) og harvið er alt Føroyar vælkent, uppá ein positivan hátt, á tí Nigerianska Fiskamarknaðinum. Hetta er ein marknaður uppá 140 til 150 mill fólk og tað eiga allir Føroyingar at verða ernir av.
Eisini vil eg uplysa at FMP er tann mest framkomna og størsta fabrikkin av sínum slagi í øllum heiminum innan sítt øki. Hetta var eisini ein av grundgevingunum fyri at FMP bleiv kosi ársins virki 2005.

Aftur til spurningin um hvar skal brennistøðin liggja?

Sjálvandi skal ein Brennistøð liggja har hon er best fyri samfelagið, bæði viðv. Gagnnytslu av orku og við búskaparligum atlitið.

Tá eg hugsi at fjarhitarør ikki hava eina æviga livitíð og tá eg spyrji serfrøðingar á økinum, siga teir at livitíðin er umleið 15 til 30 ár alt eftir góðsku og viðferð, so er tað eyðsynt at Fjarhitafelagi stendur frammanfyri stórum íløgum í nærmastu framtíð. Mín vón vil verða at partar av rokningini, ikki aftur verða lagdar á skattgjaldaran, uttan-fyri Havnar Kommunu.

Í Leirvík hava vit staðiliga víst, at tað er skjótari at byggja eitt virki sum FMP til at gagnnyta mesta og besta fjarhitan, í mun til Fjarhitafelag sum er gjørt í Havn.

At tað er bíligari og betri fyri skattgjaldaran, óansæð- politiskan lit, tað hevur tann gløggi lesarin langt síðani fingið við.

Nú er bert at vóna at tey íð vit hava valt at umboða og stýra fyri okkum, eisini fáa tað við, soleiðis at ikki óneyðugar byrðar, verða lagdar á okkara herðar .

Eg vil sum Stjóri á tí virkið ið brúkar mesta fjarhitan í Føroyum, takka fyri upptøku og ikki allarminst tí gløgga lesaranum.

Vinarliga

Eirikur á Húsamørk

Harleywoodpaint