Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar stavar fólkins ogn frá?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tað verður nógv skrivað og tosað um fólksins ogn. Vit kappast um at greiða frá hesum og tað eru nógvar ymiskar meiningar um hetta. Hvør hevur rætt til hesa ogn og hvussu skal hon býtast so javnt millum føroyingar Føroyar. Vil gjarna hugleiða eitt sindur um upprunan til hesa ogn og hvar hon stavar frá.

Tað verður nógv skrivað og tosað um fólksins ogn. Vit kappast um at greiða frá hesum og tað eru nógvar ymiskar meiningar um hetta. Hvør hevur rætt til hesa ogn og hvussu skal hon býtast so javnt millum føroyingar Føroyar. Vil gjarna hugleiða eitt sindur um upprunan til hesa ogn og hvar hon stavar frá.

Í 1970´unum og áðrenn tað vóru ongi fiskimørk ella kvotur, sum vit kenna tað í dag. Hvør og ein, sum vildi ella hevði hug og áræði kundi keypa skip og fara út at fiska. Hetta var ikki altíð tann mest hugaligi vegurin at vinna sær og landinum pening. Hesir settu ofta hús og heim í váða fyri at gera íløgur í fiskivinnuna. Tíbetur fyri okkara land og fólk vóru eldsálir, sum valdu hesa lívsleið.

Hesir vinnulívsmenn upplivdu bæði upp- og niðurgangstíðir. Vit minnast, tá ið línubátarnar hjá Joensen og Olsen og aðrir frá myndugleikunum vórðu álagdir at gevast við fiskiskapinum á Flemish Cap. Vit minnast hvussu høgan prís hesir menn ella feløg rindaðu fyri hetta. Teir vóru stóru viðleikarnir til at skapa hesi søguligu rættindini. Teir vunnu okkum hesi rættindi, sum vit í dag njóta gott av, men sjálvir hóraðu teir ikki undan. Hetta partafelag var elligamalt og yvirlivdi enntá tiltiknu 1930 ´ini, men tá Flemish Cap bleiv stongt var tíðin hjá teimum farin. Øll skipini og virkini vóru seld fyri lítið og lætt. Tí hvør er áhugaður at keypa linuskip við ongari kvotu?

Men hesir saman við øðrum í línuflotanum upparbeiddu Føroyum søgulig rættindi, sum vit í dag byrja aftur at njóta gott av. Hetta sum nógv kalla Fólksins ogn.

Rækjutrolarnir høvdu eisini sína tíð, sína gulltíð. Menn settu nógvan pening í rækjutrolarar og vunnu eisini nógvan pening. Men eisini her hevði hesin skipafloti avmarkaða tíð. Knappliga vóru rækjurnar ikki nøkur gullgruba meir. Fiskaloysi bleiv samstundis, sum rækjuprísurin fór niður. Hetta førdi so aftur við sær, at fleiri av rækjutrolarunum fóru av knóranum.

Men gloym ikki, hesi høvdu hesa tíðina upparbeitt sær nøkur søgulig rættindi, sum vit saman við landinum njóta gott av í dag.

Lodnan tann tíð tað var, hevði lítlan prís, men av tí, at skipini fiskaðu so nógv, loysti tað seg at fiska henda fisk. Nú gongur uppaftur við lodnuprísinum og hetta fáa land og fólk ágóðan av.

Og gloymið ikki at hesir upp ígjøgnum tíðirnar hava upparbeitt Føroyum nøkur søgulig rættindi til frama fyri land og fólk.

Uppisjóvarfiskur er ikki nøkur nýggj vinnugrein. Menn hava fiskað sild síðani afturi í 1950´unum. Tá bleiv sildin fiskað við gørnum. Síðani sóu menn longur fram og byrjaðu at brúka kraftblokk í 1960´unum. Tað hevur eydnast teimum at víðarivirka henda fiskin, soleiðis, at hann er vorðin ein gullgruba í dag.

Men tíðirnar broytast og í dag er tað so makrelurin , sum hevur størsta virðið í landinum. Henda vinna, sum byrjaði longu í 1960´unum. Nógv av hesum eldsálinum, sum byrjaðu hesa vinnu misti bæði hús og heim og sótu eftir við stórari skuld.

Vit síggja í dag, hvussu væl tað hevur hilnast. Vit hava bestu uppsjóvarskip í heiminum og hava hesi m.a. gjørt sítt til, at makrelprísurin er góður.

Í øllum hesum mugu vit ikki gloyma okkara landsstýrismann, sum hevur klára eitt bragd, sum tey fáu trúðu uppá. At fara upp ímóti ES og vann okkum størri makrelkvotu. Kvotan í dag er 156000 tons.

Gloymið ikki, hvørji kort landsstýrismaðurin hevði í hondini, tá hann fór upp ímóti ES ? M.a. søguligu rættindini, sum okkara vinnulívsmenn høvdu vunnið okkum. Umframt tað, at vísindaligar kanningar hava staðfest, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi.

Og eg kundi blivi við, men boðskapurin hjá mær er, at vit skulu ikki gloyma søguna aftanfyri vunnu rættindini í dag . Hetta er ikki komið av sær sjálvum. Vit hava haft nakrar eldsálir av Guðs náði, sum í gjøgnum øll hesi árini hava kempað og sett hús og heim í veg. Ikki altíð eydnaðist tað teimum, men fleiri teirra royndu aftur, og sum fuglurin Føniks reistu teir seg upp úr øskuni.

Maðurin á dekkinum.

Vit skulu heldur ongantíð gloyma vanliga sjómannin á dekkinum. Hvussu hava hesir menn tað, sum fóru til sjós sum 14-15 ára gamlir? Fleiri teirra eru uppslitnir tá teir hava nátt 50 árs aldurin. Uttan útbúgving uttan arbeiði, og hava tíverri ikki heilsu at halda fram til sjós.

Ja prísurin er ofta høgur. Og uttan hesar eldsálir høvdu vit nokk ikki havt møguleika at siti still og kjakast um, , hvussu hesin ovurhonds høgi vinningurin skal býtast javnt millum føroyingar Føroyar.

Tilfeingisgjald

Í dag hava vit ein flota, uppisjóvarflota, sum stendur fyri stórum parti av okkara útflutningi. Og ikki nokk við tað , teir hava enntá víðarivirka hesa vøru til at hava fleirfalt virði.

Vit síggja ágóðan av hesi vinnu bæði við Pelagic í Suðuroynni, Fuglafirði fær eitt uppisjóvarvirki osv. Alt hetta meðan fleiri kapprópa um fólkins ogn.

Haldi sjálv, at tað man verða ein stórur partur, sum føroya fólk fær ágóðan av , tá vit hugsa um arbeiðsplássini . Hoyrdi nú ein dagin, at virki í Fuglafirði søkti eftir 50 arbeiðsfólkum. Heilt erligt, er hetta ikki at formidla fólkins ogn ?

Sjálv eri eg av tí uppfatan, at tað privata dugir betur at gera íløgur og virðisøkja enn tað almenna. Og tí eri eg eisini ímóti at vinnan skal gjalda tilfeingisgjald. Bæði í Íslandi og í Grønlandi hava teir sett tilfeingisgjaldi niður.

Samstundis eri eg noydd til at síggja veruleikan í eyguni, fólkaflokkurin stendur einsamallur um hesa uppfatan, at vinnan skal ikki gjalda tilfeingisgjald.

Tey, sum gera íløgur, skulu sleppa lættari

Haldi at um tilfeingisgjald allíkavæl verður verðandi i fiskivinnuni skulu vit hugsa okkum væl um, hvussu tað skal gjaldast.

Meti, at tað rættasta hevði verið, at tey , sum velja at gera íløgur, skulu sleppa lættari við at gjalda tilfeingisgjald. Soleiðis, at tað alltíðina skal loysa seg betri at gera íløgur enn at gjalda deyðan pening inn í landskassan. Og eiga hesi at síggja eina gularót fyri framman.

Um peningurin kemur inn í landskassan við fleiri íløgum og fleiri arbeiðsplássum heldur enn ráðum tilfeingisgjaldi kann so verða líkamikið fyri landið.

Alt hevur tíð sína

Í løtuni er tað makrelurin og alingin, sum er tann størsta útflutingsvøran. Og vit leggja tilfeingisgjald á hesi. Men hvussu verður um henda vinnan svíkur. Hvussu við tilfeingisgjaldinum, hvar skulu tá pengarnir koma frá? kann vera vandamikið um vit seta ov nógv álit á tilfeingisgjald, tí hvussu verður tann dag tá hesar vinnur ikki geva tað sama sum í dag ? tað kann fáa stórar avleiðingar. Tá fer at verða spurt hvar landskassin skal spara?………….

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingslimur.