Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya undir einari sera týðandi og aktuellari hoyring á Christiansborg um framtíðar hernaðar- og trygdarpolitikk í Arktis?
Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya undir einari seratýðandi og aktuellari hoyring á Christiansborg um framtíðar hernaðar- ogtrygdarpolitikk í Arktis?
Vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigurtú at vísa tínum veljarum virðing við at røkja títt fólkavalda starv so væl,sum tað yvirhøvur ber til.
Hesa virðing fingu veljarar hjá fólkatingsumboðum Føroyatíverri ikki á einum hoyringsfundi 17. november 2016, tí umboðini hirdu ikki atmøta á fundinum.
Týðandi fundur
Tað er heldur sjáldan, at ein nevnd, í hesum føriUttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, verður boðin til fund á Christansborg umeitt ávíst evni.
Her var ein hoyringsfundur, har ið ein frágreiðing varðløgd fram og umrødd. Heitið á fundinum var: “Forsvarsministeriets fremtidigeopgaveløsning i Arktis”.
Uttanlandsnevndin møtti væl upp, og umframt undirritaðuvóru á fundinum: Kári P. Højgaard, Bjørt Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk,forkvinna í Uttanlandsnevndini.
Verjumál eru sum kunnugt felagsmál, og tí hevur tað áhugafyri allar partar í Ríkinum at fylgja við í, hvat hendir á altjóða verjuøkinum,og hvørjar framtíðar ætlanir arbeitt verður við og sum kunnu fara at ávirkaFøroyar, so ella so.
Vit eiga eisini at hava ein virknan politiskan leiklut íøllum hesum arbeiðinum.
Tað var Nils Wang, kontraadminiralur og chefur fyriForsvarsakedemiet, sum legði fram.
Endamálið við hoyringsfundinum var m.a. at lýsa og kunnaum, hvussu framtíðar verjan skal skipast í Føroyum og Grønlandi.
Serfrøðingar hava gjørt frágreiðingina, og høvið var hjáokkum, sum møttu á fundinum, at seta spurningar og fáa kvalifiserað svar.
Konfliktøki við ávirkan á Føroyar
Hoyringsfundurin handlaði nógv um Grønland, men faktisktkom fram, at bæði sokallaða herðnaðarliga konfliktøkið og eisini handilsligaøkið, sum liggja í ísfríðum øki, fara at fáa beinleiðis ávirkan á Føroyar.Talan er jú um økið, sum liggja í føroyskum sjóøki, sum siglingarruta o.a.
Grønland er eisini eitt áhugavert herðnaðarøki, men á einannan hátt og á landi.
Greitt varð frá á fundinum um sannlíkindini fyri fleirihernaðarligum ósemjum í framtíðini og tí eisini tørvinum á nýggjumtilbúgvingarskipanum, fleiri verjuskipum, fleiri annleggum á landi o.a.
Eisini varð nevndur møguleikin fyri at senda fregatt tilFøroyar í sambandi við umrokeringar. Umframt at útbyggja satellittskipanir tilhernaðarverju og sjóbjarging, SAR. Eisini vórðu nevndir møguleikar fyri atbrúka dronur í verjuskipanini.
Tí var hesin fundur háaktuellur og sera viðkomandi fyriføroyingar og føroyskar politikarar, og allar mest viðkomandi, at jústføroyingar møttu.
Føroysku fólkatingsumboðini møttu ikki upp
Føroyingar hava valt tvey umboð á Fólkating, men eftirøllum at døma, hava tey ikki skilt álvaran í hesum málinum og hvørjar teirrauppgávur veruliga eru.
Tað er tí átaluvert, at Sjúrður Skaale úrJavnaðarflokkinum og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi vísa líkasælu og vantandivirðing fyri politiska arbeiðinum, ið eigur at vera Føroyum at gagni.
Slíkt kann ikki góðtakast.
Kaj Leo Holm Johannesen og Magni Laksáfoss
løgtingsmenn fyri Sambandsflokkin og limir íUttanlandsnevndini




