Hetta má vera tað grovasta ein hevur vitað um. Var í vikuni og tók myndir av skilaleysa arbeiðinum, sum Kl. Kommuna ger norðanfyri Spinnaríið.
Fyri tað fyrsta, eru teir farnir inn á privat øki, uttan loyvi frá núverandi eigara og nú sleppur hesin als ikki inn í bygningin. Nógv vøra er inni í bygninginum og ikki hava teir havt møguleika, at fingið vørurnar út í fleiri mánaðar. Í vikuni gjørdi Kommunan so ta beistagerð, at lukka eigaran totalt úti, teir hava gjørt ein forstovkant allan vegin framvið bygninginum og nú sleppur ongin lastbilur inn í bygningin. Hevði eg verið eigari av bygninginum, hevði eg gjørt fútabann alt fyri eitt. Tað sær soleiðis út, at hevur tú ein vissan lit, verður alt gjørt fyri ein, men hevur man ikki tað, verður alt gjørt fyri at fáa hendan niður við nakkanum. Hetta kann John Færø eisini svara uppá?
Símun á Høvdanum




