Lýsing
Lýsing
Lýsing

El-Niño – hvat er tað?

Eitt fyribrigdi, sum ofta er nevnt í sambandi broytingar í veðurlagnum og fiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum, er El-Niño. Eingi vísindalig prógv eru um so er, men nógvar áhugaverdar eygleiðingar er gjørdar, og nógvar ábendingar eru, at okkurt kann vera.

Men hvat er El-Niño?

El-Niño er óvanliga høgur temperaturur í sjónum kring Miðkringin í Kyrrahavi. Hetta er langt burtur frá Føroyum, men talan er um eitt ógvuliga stórt øki í størsta havinum á jørðini.

Tey vanligu viðurskiftini á hesum leiðum eru, at heitur sjógvur rekur eftir Miðkringinum úr Mið/Suðuramerika ímóti Avstralia. Hitin við leiðirnar við Avstralia er tí hægri enn í Mið/Suðuramerika. Har regnar nógv – nógvur regnskógur er í m.a. Vietnam og í Papa-Nýguinnea.

Tá ið El-Niño tekur seg upp, minkar rákið av heitum sjógvi av leiðunum við Mið/Suðuramerika til Avstralia. Tann heiti sjógvurin rúgvar seg ístaðin upp miðskeiðis í Kyrrahavinum. Tá fer at regna nógv minni við leiðirnar norðan fyri Avstralia, og væl meiri yvir oyggjabólkarnar í tí stóra havinum longri eystri. Eingin veit við vissu júst hví, hetta hendir – men tað hendir við 3 til 7 ára millumbili.

Tann heiti sjógvurin fer til endans at rúgva seg upp við strondina í Mið/Suðuramerika. Hitin í sjónum kann gerast 5–6 stig oman fyri tað normala. Tað er nógv – sera nógv. Fiskurin rýmir ella doyr – sama er við fuglinum. Hetta hevur vanlukkuligar fylgjur fyri tey, sum liva í fyrsta liði av náttúrutilfeinginum á leiðunum.

Men tað er ikki bert á hesum leiðum, at El-Niño hevur álvarsligar fylgjur. Avleiðingarnar síggjast á øllum jarðarknøttinum. Nøkur dømi eru: turkur (við tilhoyrandi hungursneyð) í Eysturafrika, kaldari í Brasilia (oyðileggjandi til kaffiplanturnar), turrari í Avstralia (nógvur skógareldur).

Ábendingar eru um broytingar í veðurlagi og/ella fiskiskapi undir Føroyum í sambandi við El-Niño. Enn er einki beinleiðis samband staðfest, um so er, ella – enn minni – hví.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan vann á EB
KÍ kann vinna FM sunnudagin
Lands­stýris­kvinnan luttekur á ST-aðalfun…
Beinir Johannesen spyr um arbeiðið við f…
Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir…
Tíðin er komin at endurskoða leiðslubygn…
Eg tori heldur ikki at stuðla sambandsfl…
Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøgul…
Stjørnan tekur ímóti EB í kvøld