Nevndin í Norðoya Sambandsfelag hevur á fundi tann 17. desember 2006 viðgjørt støðuna sum íkom eftir at stórsti parturin av sambandstinglimunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum (266b).
Norðoya Sambandsfelag ásannar at í etiskum spurningum hevur Sambandsflokkurin altíð havt tað greiðu linju at tinglimir kunnu atkvøða eftir egnari sannføring, og hesa linjuna stuðlar Norðoya Sambandsfelag.
Men eftir stendir nú spurningurin:
”Hvat meinar sambandsflokkurin við orðini í stevnisskránni –at flokkurin vil føra ein framfúsnan politikk á kristiligum mentanarstøði”??
Tí hevur nevndin í Norðoya Sambandsfelag í skrivið til flokksleiðsluna mælt til at flokkurin fer at viðgera grein eitt í stevnisskránni har flokkurin sigur seg vilja reka ein ”framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði”!
Vegna nevndina í Norðoya Sambandsfelag
John William Joensen, formaður




