Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat ger NSÍ í summarsteðginum?

Jákup Ósá

Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, greiðir frá, um nakrar broytingar eru í væntu í NSÍ í summar.

Flytingargluggin er opin og summi lið hava valt at styrkja seg. Í NSÍ, sum í løtuni liggur á 5. plássi í Effodeildini, hava vit ikki hoyrt so nógv. Og tað fara vit heldur ikki, sambært ítróttarstjóran Eyðstein Skipanes.

– Kristian Joensen er farin til Lyngby. Og annars hendir ikki nakað, sum landið liggur nú. Vit eru ikki úti eftir styrki og fáa heldur ikki leikarar til hópin, sigur Eyðstein Skipanes í stuttari viðmerking við Norðlýsið.