Í samband við at Petur Steingrund hevur júst vart doktararitgerð um hetta evnið, skipar Havstovan saman við Magn fyri fyrilestri í Atlantis hóskvøldið kl. 19:00
Í samband við at Petur Steingrund hevur júst vart doktararitgerð um hetta evnið, skipar Havstovan saman við Magn fyri fyrilestrum kring landið.
Í døgunum 2. til 5. november verða áhugaverdir fyrilestrar við Petur Steingrund um evnið – “Hvat hendi við toskinum í nítiárunum”. Ritgerðin kom fram til fleiri slóðbrótandi niðurstøður, millum annað, at tað ikki passar fyri føroyskan tosk at “fiskur hevur stert”. Heldur ikki passar tað, at ein stórur gýtingarstovnur gevur stóra tilgongd, nakað, sum annars er ein hornasteinur í siðbundnari fiskifrøði. Ístaðin varð gomul føroysk vitan brúkt fyri at koma fram til høvuðsúrslitið í ritgerðini: At raktoskur (slánar) nær landi darva yvirlivingini hjá 1 ára gomlum smáfiski, meðan nógvur toskur útiá gevur góða yvirliving av 2 ára gomlum smáfiski. Ritgerðin gevur eisini svar uppá, hvussu stórur toskastovnurin/veiðitrýstið skal vera, fyri at fáa størst møguligu veiðu og virði til tað føroyska samfelagið. Í fyrilestrunum verður eisini greitt frá um gróður undir Føroyum. Tað er orkufelagið Magn, sum saman við Havstovuni samskipar hesar fyrilestrar, sum eru ókeypis. Mánadagin 16. november verður fyrilesturin á Seglloftinum á Tvøroyri, týsdagin 17. november í skúlanum á Giljanesi. Mikudagin 18. november í Løkshøll í Runavík og hósdagin 19. í Atlantis í Klaksvík.
Fyrilesturin er ókeypis og øll eru vælkomin.




