Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat hugsa tit fyri tykkum?

Jónsvein Simonsen

Ein staðilig áheitan á landsstýris og tingfólk um ikki at broyta hjúnabandslógina!

Ein staðilig áheitan á landsstýris og tingfólk um ikki at broyta hjúnabandslógina!

Fólk okkara hevur havt stóra virðing fyri Guds orði, og tað eiga vit núlivandi eisini at hava, tí at tað førir signing við sær.
 

Hetta kunnu vit ikki skilja frá okkara dagliga lívi.

Tað er nakað, sum eitur rætt og skeivt.

Í dagsins samfelagi eru mangan eingi mørk, ella mørk avtikin á so mongum økjum.

Og nú er ætlan, eisini at flyta hetta markið. Og her siga vit nei.
 

Orðtøkini 22, 28 siga: Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett.

Gera vit lógir, sum hesa, ið stríðir beint ímóti tí, ið Guds orð lærir okkum, verður ikki væl vorðið.

Hetta var syndin, sum var orsøkin til, at Gud oyddi Sodoma og Gomorra. Rómverjabrævið 1. kap. ávarar eisini staðiliga ímóti sodomi ella nútíðar navnið samkynd.
 

Tí er tað heilt burtur úr vón og viti at fara at gera eina slíka lóg.

Fyri nógvum árum síðani høvdu klaksvíksingar ein góðan prest, sum æt Jákup Magnussen. Hann bað hesa bøn rættuliga ofta:

“Vit biðja fyri okkara stýrandi fólkum, at tey ikki mugu gera lógir, sum stríða ímóti Guds orði”.

Hesa somu bøn vil eg eisini biðja. Og vóni at fáa bønarsvar!

Vh.

Jónsvein Simonsen