(Metingar undan lutakastinum) Vit hava hugt eftir teimumtrimum møguligu mótstøðuliðunum hjá KÍ í hálvfinaluni.
Spyrt tú ein persón frá KÍ hópinum um, hvat lið hann ynskirsær í lutakastinum í steypakappingini mánakvøldið, so svarar hann uttan iva, attað ger tað sama, hvat liðið verður. Men innast inni er tó eingin ivi um, atokkurt mótstøðulið stendur hægri á ynskisæistanum enn okkurt annað.
Liðini, ið KÍ kann møta, eru EB/Streymur, Víkingur og NSÍ.
EB/Streymur
EB/Streymur er favorittur til at vinna steypakappingina.Teir hava verið í steypafinaluni í 6 ár á rað og sigurin í Gundadali móti HBvísti, at liðið framvegis er eitt sterkt steypalið. Egil á Bø er komin aftur áliðið og til hálvfinaluna verður Arnbjørn Hansen nokk eisini tøkur. Til tveirsteypadystir hevur EB7Streymur eitt sterkt lið við nógvum royndum, tá allir erutøkir. Hyggur ein frá KÍ síðu her, so hevur EB/Streymur eisini meira enn nakaðannað lið sera gott tak á KÍ. KÍ hevur ikki vunnið á EB/Streymi síðani 2006.Fyrr í ár spældu liðini sera undirhaldandi javnleik í Klaksvík í dysti, har KÍleikliga átti munin. Men av teimum trimum møguliga liðunum, so er sannlíkt, atflestu klaksvíkingar ynskja at umganga EB/Streym.
Víkingur
Steypavinnararnir eru við framvegis. Í fjórðingsfinalunifingu teir dreyma lutakast við at møta 1.deildarliðinum FC Suðuroy. Hóast nógvbleiv væntað av Víkingi áðrenn kappingarbyrjan, so hevur liðið ikki heilt livaðupp til vónirnar hjá hesum fólkum í landskappingini. M.a. tapti liðið fultuppiborið við Stórá móti TB seinasta umfar. Nógvir av leikarunum hava tófyrimunin av steyparoyndum og eru uttan iva svangir eftir at koma í finalunaaftur í ár. Um KÍ trekkur Víking, so er lagt upp til tveir javnar, málríkar ogspennandi dystir, sum hesir sum oftast eru millum hesi bæði liðini. Heimavøllurí seinna dystinum kann fáa týdning. Kanska “størsti” dysturin, ið KÍ kann fáa íhálvfinaluni.
NSÍ
NSÍ hevur fingið “lættan” veg í hálvfinaluna. Fyrst vunnuteir 2-0 móti TB, ið tó seinni hevur víst stóra styrki, á heimavølli og síðani3-0 móti Skála á útivølli. Liðið hevur eisini mist Karl Løkin og spurningurin er,um Pól Jóhannus Justinussen spælir alt árið. Hann hevur fleiri ferðirroyndarvant uttanlanda. Í landskappingini hava úrslitini verið óstøðug oghópurin er ikki breiður. Hyggja við eftir gongdini millum KÍ og NSÍ, so hevurKÍ sera gott tak á NSÍ seinnu árini. Í fjør vann KÍ allar 4 dystirnar millumliðini og eisini fyrsta dystin í ár vann KÍ í Runavík. Uttan iva ynskismótstøðuliðið hjá nógvum klaksvíkingum, hóast talan uttan iva verður um javnarog spennandi dystir, um hesi bæði liðini møtast.
Fyri at taka samanum, so kann hugsast, at ynskis listin hjá mongum KÍ fólkum til hálvfinaluna sær soleiðis út:
1. NSÍ
2. Víkingur
3. EB/Streymur
Lutakastið til hálvfinalurnar verður í 3-2 sendinginimánakvøldið.




