2. sept. 2015, dagin eftir løgtingsvalið, skrivaði eg til Rigmor Dam, á facebook.
Eg vildi fegin hava svar uppá, hvat og hvørji Rigmor Dam meinti við, tá ið hon nevndi tey FORSTOKKAÐU inni á Skálafjørðinum. Eisini spurdi eg hvat hon meinti við tá ið hon úttalaði : “……..eg haldi at øll á tinghúsvøllinum ið bóðu fyri tí góða, fingu tað góða….”…
Eg havi roynt at fingið svar, men Rigmor Dam svarar ikki spurningunum. Tí royni eg hendan vegin. Kanska hon lesur portalar.
So Rigmor Dam. Hvat meinti tú við??
Eyðun Jacobsen
Glyvrar




